Síðsta útkall hjá Eysturríki og Póllandi

Kl. 19.45 verður dystur millum Eysturríki og Pólland á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien. Bæði londini taptu fyrsta dystin. Eysturríki tapti 0-1 ímóti Kroatia, og Pólland tapti 0-2 ímóti Týsklandi. Serliga er trýstið stórt á Eysturríki. Eysturríkarar krevja at fáa eitt gott úrslit frá Josef Hickersberger og hansara monnum. Trýstið er økt, nú tá hitt vertslandið, Sveis er rokið út úr kappingini. Álopsspælarin hjá Eysturríki, Roland Linz fekk ein skaða í knæið í dystin ímóti Kroatia sunnudagin. Roman Kienast stendur klárur at taka plássið hjá honum. Hóast snuddir í knænum, so byrjar liðskiparin hjá Eysturríki, Andreas Ivanshitz væntandi inni í kvøld. Liðskiparin hjá Póllandi Maciej Zurawski er úti við skaða, so bæði liðini hava sítt at stríðast við, áðrenn sera avgerandi dystin í kvøld.