Síðsta triathlonkappingin í ár

Føroya Triathlon Felag skipaði leygardagin fyri FM í 1/4 triathlon, sokallaða OL-teininum. Eisini beyð FTF einstaklingum og feløgum við at kappast, og var møguligt at velja tríggjar teinar, umframt sjálvan FM teinin.

Triathlon

Føroyameistari 2002 gjørdist Gunnar Dahl Olsen, tá hann í endaspurtinum rann fram um Eli Christiansen. Eli var Meistari í 2001, nakað aftan fyri teir kom so Beinir Rasmussen sum nummar trý. Hinir tríggir íðkararnir, Evald Rasmussen, Snorri Paturson og Kári Simonsen komu eisini á mál í hølunum hvør á øðrum, men eitt fitt petti aftan fyri fremsta hópin.

Úrslitini í einstaklingakappingini vóru hesi.

Nr-NavnSvimjingSkift 1.SúkklingSkift 2.RenningSamlað
1. Gunnar D Olsen0:23:330:05:571:09:540:45:052:24:29
2. Eli Christiansen0:22:220:04:381:13:090:44:212:24:30
3. Beinir Rasmussen0:25:310:03:291:13:160:52:232:35:39
4. Evald Rasmussen0:25:220:04:231:28:070:52:272:50:19
5. Snorri Paturson0:35:450:05:301:27:530:43:092:52:17
6. Kári Simonsen0:29:500:06:301:25:050:52:042:53:29

Tað er soleiðis í triathlon, at tá skift verður millum ítróttagreinirnar, mugu íðkararnir eisini skifta í klæðir, sum hóska til ítóttagreinina. Fyrsta skiftið er frá svimjingini til súkklingina, og skal íðkarin renna frá svimjihylinum til súkkluna, sum stendur uttanfyri, á vegnum skal so hann skifta í súkkluklæðir.
Annað skiftið er frá súkkling til renning, og er tá ?bara? at fara úr súkkluskónum og í renniskógvarnar, og so avstað.
Hesi skifti verða ofta rópt ?gloymda ítróttagreinin?, tí íðkararnir geva skiftunum ov lítlan ans, og missa nógva tíð óneyðugt. Ofta er munurin fleiru minuttir, og serliga ein dag sum hendan, tá tað regnaði og var kalt.
Verður hugt eftir úrslitatalvunum, sæst ein stórur munur í tíðunum til skiftini, og er hetta tí at íðkararnir lótu seg væl í sunnudagin, tí ikki er tespuligt at fara út við vátum hári, stuttum ermum og stuttum brókum.


1/8 triathlon fyri einstaklingar
Her verður kappast í 750 m svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning.
Svimjarin Jón Absalonsen úr Havn, hevði avgjørt at royna seg sum súkklara og rennara eisini, og gjørdist vinnari á sprint teininum, og er hetta fyrstu ferð hann er komin á mál á hesum teininum, og sum sæst, dugir hann annað enn at svimja.

1/8 triathlon fyri lið
Her varð kappingin skipað soleiðis, at ein svimjari, ein súkklari og ein rennari sláa seg saman og umboða eitt felag/fyritøku í 750 m svimjing, 20 km súkkling, 5 km renning.
Hjá liðunum vunnu teir tríggir: svimjarin Høgni Miné-Rasmussen, súkklarin Geyr Gilsteinsson og svimjarin Janus Olsen, sum hesaferð royndi seg sum rennara.Teir máttu skipa liðið um stutt undan kappingini, tí upprunaligi rennarin fekk ein skaða, og so var 10 ára gamli Høgni Miné-Rasmussen til reiðar at taka plássið sum svimjari, 16 ára gamli Janus Olsen fór at renna, meðan 37 ára gamli Geyr Gilsteinsson helt plássið og súkklaði. Teir tríggir umboðaðu Eysturskúlan.

1/12 triathlon fyri einstaklingar
Her eru teinarnir 350 m svimjing, 10 km súkkling og 2,5 km renning.
Súkklarin Jens Sigurd Simonsen hevði eisini hug at royna annað enn súkkling, og vann hann stytsta teinin í eini tíð, sum er millum tær frægu.

Grand Prix kappingin
FM kappingin var samstundis seinasta kappingin í Coca Cola Grand Prix kappingini hjá Føroya Triathlon Felag.
Samlaða støðan eftir tey fimm umførini gjørdist hendan:

Menn:
NrnavnStig

1 Gunnar Dahl-Olsen213
2 Eli Christiansen196
3 Evald Rasmussen122
4 Bogi Lenvig114
5 Hallur Stakksund110
6 Kári Simonsen98
7 Beinir Rasmussen82
8 Dia Jacobsen30
9 Eyðtór Joensen36
10 Robert Vilhelmsen32
11Aksal Norðfoss26
12Eyðun Berg23
13Snorri Paturson23
14Egil Gunnarson18

Kvinnur:
Nr  navnStig

1Katrin Sørensen80
2Rannvá Jacobsen74
3Annika Jacobsen30
3Brynhild Klein26