NSÍ?B68
Í fínum fótbóltslíkindum leygarkvøldið býttu grannarnir á skinninum við Løkin í Runavík. Bæði liðini hava málverjar, sum stóðu seg sera væl.
B68 málverjin, Albert Sævarson, var orsaka av skaða í tjúkkanum næstan ikki gonguførur hóskvøldið. Tí var Mortan Hansen ikki við næstbesta liðnum á Argjum fríggjakvøldið. Tað varð roknað við, at hann skuldi verja málið í 1. deild leygardagin. Men teir megnaðu at pjøssa so mikið um Albert Sævarson, at hann leygarkvøldið var førur fyri at vísa sannførandi avrik. Ikki tí at hann hevði so nógv at gera millum stólparnar, men heldur tí at hann aftur hesa ferð var tryggleikin sjálvur, tá ið hann fór út í brotsteigin og pilkaði bóltin til sín, eftir nógvu høgu innleggini úr borðunum, og tí hann vísti stórt hegni og dirvi uttanfyri brotsteigin, tá ið tað onkra ferðina var neyðugt hjá honum at vera eyka stoppari.
B68 átti fimm korter
Burtursæð frá, tá ið teir fram ímóti miðjum seinna umfarinum javnaðu til 1?1, hevði NSÍ bara eina rættuliga roynd ímóti B68 málinum. Sjúrður Jacobsen royndi úti frá, og málverjin bjargaði.
Burtursæð frá fyrsta stóra korterinum var NSÍ omaná, og tað var avgjørt ikki óvæntað, at teir javnaðu. Eftir at B68 var komið framum, hevði NSÍ bóltin nógv størra partin av tíðini. Teir vóru skjótari og sterkari í nærdystunum, og tað gekk meiri fyri seg á B68 válinum enn hinumegin. Í 2. hálvleiki royndi NSÍ ? teir saknaðu skadda Kára Hansen á miðvøllinum og góvu eftir steðgin Rúna Rasmussen møguleikan, meðan Christian Høgni fór í álopið ? serliga at spæla seg ígjøgnum í vinstra borði, har tað eydnaðist betri hjá Sjúrði Jacobsen og Jónstein Petersen, enn tað hevði gjørt í fyrra umfarinum, tá ið John Heri Dam á høgra B68 vongverja tipti væl fyri spurtroyndunum hjá Jónsteini. Krosssendingarnar í luftini og eftir jørðini vóru nógvar, men undir B68 málinum formáddu fremstu heimamenninir sær lítið ímóti B68 verjuni, sum var sera stinn.
Einasta NSÍ málið var úrslit av frísparksstøðu. Brynjolvur Nielsen sendi innfyri av baklinjuni og seytjan metrar frá málstólpanum, Ian Højgaard royndi seg við skoti, sum tók í økslina á Øssuri Hansen og í høvdið á Messiasi, áðrenn bólturin sigldi inn í málhornið. Málið sá vakurt út, men tað var rættuliga tilvildarligt. Messias, sum hevur verið á Toftum í trý ár, men í ár fall fyri avgerðina hjá B68 um ikki at fara so langt eftir arbeiðsmegi, stórfegnaðist saman við liðfeløgunum.
Eftir NSÍ málið lá í luftini, at talan kundi gerast um heimasigur. Áræðið vaks, og trýstið á B68 verjuna øktist eina løtu, men tað knípti við flótandi fótbóltsspælinum, B68 verjan stóð stinn sum bergið, og sum tað leið fram ímóti dystarenda tóktust báðir partar at sætta sær við, at tað skuldi býtast púra javnt.
Løgdu fyri sum óløgi
Toftamenn løgdu rættuliga bragdliga fyri. Bogi Petersen og Fróði Benjaminsen vóru ofta heilt frammi í álopinum at hjálpa Súna Fríða Johannesen, soleiðis at útgangsstøðan minti ikki sørt um 3?4?3. Ferðin hjá B68 var høg, teir vunnu nærdystirnar, og tað vóru teir, sum vóru mest nærgangandi.
Fróði Benjaminsen hevði úr vinstru góða roynd, sum streyk framvið stólparótini, og sera væl upplagdi Øssur Jacobsen, sum í steðginum noyddist at taka seg aftur við skaða, sendi langskotið ímóti málinum, sum í síðsta enda bar leiðslumálið við sær. Jens Martin Knudsen vippaði bóltin upp um tvørtræið til horna. Í øllum B68 hornasparksstøðunum tóktist vandin stórur, tí Hans Fróði Hansen, Dánial Hansen og Fróði Benjaminsen løgdu trýst á. Eitt stórt korter var farið, tá ið hetta hornasparksinnleggið, eftir at hava ferðast á fleiri høvdum, datt fyri føturnar á Súna Fríða Johannesen, sum úr tveimum metrum sendi upp í nettakið.
Eftir tað linkaði ferðin hjá B68. Teir runnu nógv aftaná, og landsliðsmiðvøllurin megnaði ikki at seta dám á við fótbóltsspæli. Men í verjuni vóru Dánial, Hans Fróði og Arnbjørn knassar, og harvið var tað.
Áskoðararnir minnast neyvan uppgerðina fyri flótandi spæl. Men intensiteturin var stórur, nærdystirnir nógvir og stevnulagið gott. So tóktist tað vera harvið, at málmøguleikarnir trutu, og at tað bara eydnaðist at skora eftir fastar støður.
Dysturin í tølkum
NSÍ?B68 1?1 (0?1)
0?1: Súni Fríði Johannesen 17.
1?1: Messias Perreira 63.
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard (Andy Olsen, 87.), Ian Højgaard, Christian Høgni Jacobsen (Jústinus R. Hansen, 53.), Jónstein Petersen ? Sonni L. Petersen (Rúni Rasmussen, 46.), Helgi L. Petersen
Gult kort: Jónstein Petersen 36.
B68: Albert Sævarson ? Dánial Hansen, Hans Fróði Hansen, Arnbjørn Danielsen ? John Heri Dam, Bogi Petersen (Kristian Anton Andreasen, 72.), Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, Øssur Jacobsen (Jóhan Petur Poulsen, 46.) ? Súni Fríði Johannesen (Mannbjørn Nesá, 87.)
Gult kort: Mannbjørn Nesá 90.