Guernsey: Týskvøldið var føroyski svimjarin, Andrass Thomsen, við í 200 metra frísvimjing finaluni.
Tað gekk væl hjá Andrassi, sjálvt um hann endaði á einum sætta og aftasta plássi, men við tíðini, setti svimjarin nýtt føroyskt met.
? Jú, eg eri væl nøgdur. Eg átti sjálvur tað gamla metið, og eg betraði tað við 70 hundraðpartum av einum sekundi, segði ein glaður Andrass Thomsen, tá hann var komin úr hylinum.
Sjálvt um føroyska metið ikki var nóg mikið til eitt heiðursmerkið, so tóktust øll at vera glað og nøgd.