?Uppá níggju ár, betaltu tey eina heila millión í rentum og avdráttum. Men kortini komu tey at standa eftir við eini skuld uppá eina hálva millión.
Hetta er støðan hjá einum húskum í Havn.
Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnu, fer Jenis av Rana, løgtingsmaður, nú at leggja uppskot fyri tingið um at hjálpa teimum, sum komu illa fyri í kreppuárunum
Í hesum sambandi greiðir hann frá einum ítøkiligum dømi um, hvussu illa eitt húski kundi koma fyri í kreppuárini.
Hetta veruliga dømi, er um eini hjún, sum bygdu hús miðskeðis í áttatiárunum.
?Tey skyldaðu umleið eina millión í húsunum. Og hvønn mánaða í níggju ár gjalda tey umleið 11.000 krónur um mánaðin. Hesi níggju árini hava tey sostatt goldið eina heila millión í rentum og avdráttum. Men hóast tey hava goldið so nógv, minkaði skuldin bara góðar 100.000 krónur øll hesi árini.
? Í 1993 missa bæði maður og kona arbeiðið og avleiðingin er, at tey eru ikki før fyri at gjalda rentur og avdrátt í næstan eitt ár.
? Rentan av hesum er so mikið høg, at bara hetta eina árið, missa tey so at siga alt, sum tey hava goldið øll hini níggju árini.
Avleiðingin er, at bankin setur krav fram um at fáa gjaldið, ella lyklarnar til húsini...
Jenis av Rana sigur, at hesin sami bankin hevur fingið einar tríggjar milliardir frá Føroya fólki og frá danska landskassanum. Hetta var peningur, sum bankin júst fekk til at seta av ímóti slíkum tapum.
? Men, hvat ger bankin í hesum førum? Hann selir húsini fyri 500.000 krónur.
? Sostatt komu hesi hjúnini at standa eftir við eini skuld uppá hálva millión, sum tey verða noydd at gjalda av, hvønn einasta mánaða.
Jenis av Rana spyr, um bankin ongar skyldur hevur mótvegis fólkum sum hesum.
Hann sigur, at Miðflokkurin hevur ikki endaliga orðað uppskotið um, hvussu hesi fólkini, skulu hjálpast - um tað skal verða banlin, sum avskrivar skuld, ella um tað skal verða landskassin, sum hjálpir beinleiðis.
Men hann heldur, at tað kann koma út uppá eitt, tí landskassin, og sostatt Føroya fólk, eigur bankan. So tað kann gera tað sama, hvussu hjálpin verður latin.