Nýggi Volvo S40 avloysir tann fyrra S40, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1995.
S40 er ein eyðkendur Volvo, og tað er eisini ætlanin, at bilurin skal verða ein víðari menning av teimum Volvo, sum eru á marknaðinum.
Filosofiin hjá Volvo er, at hóast hesin er tann minsti í røðini, skal komforturin vera á sama støði sum á teimum størru Volvo.
Málsetningurin hjá Volvo er sum altíð, at S40 skal verða tann tryggasti í sínum klassa og líka tryggur sum allir aðrir Volvo. Fýra ymisk sløg av hátrýststáli verða brúkt í berandi konstruktiónini av bilinum sum í einum háteknologiskum samanspæli geva bilføraranum og teimum ferðandi maksimala trygd.
Design í B&O stíli innan
Eisini í kabinuni er nógv gjørt burtur úr trygdini og designinum. Sum nakað heilt nýtt er mittarkonsollin í instrumentborðinum sera tunn í besta B&O stíli við alu-look paneli. Sum vanligt hjá Volvo eru setrini í heimsklassa. Síðublunkljósini eru innbygd í síðuspeglini.
Motorskráin hjá S40 sær soleiðis út: 5 syl. 2,4 bensin við 140 hk, 5 syl. 2,4i bensin við 170 hk, og 5 syl. 2,5 bensin við turbo og 220 hk, í mai mánað fæst hesin eisini sum AWD (4x4). Seinni í ár koma tveir bensinmotorar afturat, ein 1,6 litur við 100 hk og ein 1,8 litur við 125 hk.
Sum nú er fæst hann við einum 2,0 litur dieselmotori við 136 hk. Seinni í ár kemur eisini ein 1,6 litur dieselmotorur.
S40 hevur elektrohydrauliska servostýring og saman við framkomna undirvogninum við t.d. multilink upphangum aftan, gevur hetta bilinum sera góðar koyrieginleikar.
Nýggi S40 verður gjørdur á Volvo bilverksmiðjuni í Gent í Belgien.
Volvo S40 2,4
Motorurin2,4 litur 5 syl bensin við 140 hk
0-100 km/t10,0 sek.
Bensinnýtsla11,8 km/l
Dekkstødd205/55-16
Stødd og vekt
Longd447,0 cm
Breidd177,0 cm
Hædd145,0 cm
Eginvekt1350 kg
Viðførisrúm450 litrar
PrísurVolvo S40 kosta frá kr. 295.000,-
SøluumboðVR Bilar
Hoyvíksvegur 61
FO-100 Tórshavn
Tel. 322110