Í dag skuldu lurtararnr hjá Pink á Rás 2 atkvøða um, hvørjar lekrastu kvinnurnar eru hjá Neistanum og Stjørnuni.
Og har gjørdust tað Ása á Neystabø og Durita Christophersen, sum gjørdust vinnarar.
Soleiðis eru tær báðar saman við Randi S. Wardum úr Kyndli og Ninnu K. Johansen úr Stjørnuni í finaluni. Seinastu tveir finalistarnir verða funnir komandi mikudag, tá atkvøðast skal millum spælararnar hjá VÍF og VB.
Lekrasti spælarin í Sunset-kappingini fær klipp og liting frá Salon McGavin í Havn, umframt gávukort á 2.000 krónur frá mótahandlinum, Diva.