Saab 9-3 Sport Sedan

Tá Saab byrjaðu at gera bilar, beint eftir kríggið, var talan um bilar til vanliga fólkið. Tey seinnu árini hava teir eisini kappast í luksusklassan-um. Nýggjasti Saab 9-3 verður einans gjørdur sum sedan og seinni sum stationvognur og cabriolet

Saab 9-3 er bygdur yvir sama plattform sum Opel Vectra. Við tað at bilurin hevur størri aksilfrástøðu enn forgangarin, er hann eisini rúmligari innan við t.d. betri beinplássi.Vit hava vant okkum við at Saab 9-3 einans hevur fingist við 3 ella 5 hurðum og stórari baklúku, men hesin nýggi verður bert gjørdur sum sedan. Seinni kemur hann eisini sum stationvognur og cabriolet.
Trygd hevur verið eitt av vørumerkjunum hjá Saab. Bæði hvat aktivu og passivu trygdini viðvíkur livur Saab 9-3 upp til tað, sum vit kunnu vænta av einum Saab í 2002. Umframt ABS bremsur og elektroniska deiling av bremsukraftini (EBD), hevur hann eisini Traction Control System (TCS), Elektroniskan stabilisator (ESP), mekaniskan bremsuassistent (MBA) og (CBC) sum ger at til ber at bremsa og stýra samstundis, uttan at bilurin glíður út til síðuna.
Passiva trygdin er innbygd í bilin, soleiðis at hann gevur eftir, har sum hann skal, um hann verður ákoyrdur aftan ella frammanífrá. Nógvar ymiskar trygdarskipanir, ið eru innbygdar í bilin, verja bilførarin og tey ferðandi, sum t.d. Saab Active Restraint (SAHR) nakkapúturnar, sum higartil hava minkað munandi um skaðar á háls og nakka.
1,8t við 2,0 motori
Hóast 1.8t stendur á baklúkuni á bilinum, er motorurin er ein 2.0 litur. Motorurin við 150 hk og lágtrýstturbo er sera kvikur og hevur góða kraft. Aðrir bensinmotorar eru: 2.0 litur við 175 hk og 2.0 litur við 210 hk, báðir við hátrýstturbo. Turbodiesel motorurin er ein 2,2 litur við 125 hk og intercoolara.
Saab 9-3 er ein vælútgjørdur bilur, sum eisini fæst við nógvari eykaútgerð. Til dømis við tí sera framkomna ACC klimaanlegginum, har skipanin brúkar køldu luftina til at køla handskarúmið niður til ca. 8 stig. Eisini hevur bilurin "Night Panel", ið er ein uppfinning hjá Saab, har til ber at sløkkja øll ljósini á instrumentborðinum uttan speedometrið. Øll ávaringarljósini virka tó, tá brúk er fyri teimum. Hetta er gjørt, fyri at tað skal vera meira hvílandi fyri eyguni at koyra í myrkri.
????
Saab 9-3 1,8t Sport Sedan

Motorurin2,0 litur 16V 4 syl. 150 hk

0 - 100 km/t9,5 sek.

Bensinnýtsla12,2 km/l

Dekkstødd195/65-15

Stødd og vekt:
Longd463,5 cm
Breidd176,2 cm
Hædd146,6 cm
Eginvekt1425 kg
Totalvekt1975 kg
Viðførisrúm425 litrar

Prísurkr. 299.400,-

SøluumboðP/F Meinhardt Arge
við Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400