Frá 1. september at rokna er tað ikki longur Sp/F John P. Vilhelm yviri við Strond í Havn, sum selir svensku Saab bilarnar. Tí teir verða nú at fáa hjá P/F Meinhardt Arge við Oyggjarvegin í Havn.
Fyri tveimum árum síðani keypti General Motors Saab bilaverksmiðjuna í Svøríki. Hetta keyp hevur havt við sær, at Saab og Opel í Danmark hava fingið felags fyrisiting. Hetta hevur so aftur ført við sær, at fleiri Saab og Opel søluumboð í Danmark hava valt at leggja saman.
Soleiðis verður nú eisini í Føroyum.
John P. Vilhelm, sum seinastu seks árini hevur havt Saab umboðið í Føroyum, og sum annars í mong ár starvaðist hjá Tummas Ørv, sum tá var Saab umboð í Føroyum sigur, at tá leigusáttmálin hjá honum yviri við Strond varð uppsagdur, valdi hann at flyta virksemið til P/F Meinhardt Arge.
Finnbogi Arge, stjóri hjá P/F Meinhardt Arge, sigur, at felag hansara tekur yvir alt virksemið hjá Sp/F John P. Vilhelm, bilasølu, eykalutagoymslu o. a. Men hann leggur dent á, at starvsfólkini hjá Saab-umboðnum fylgja við.
Í fyrstu syftu flytir Saab-umboðið inn í kjallahæddina í bygninginum við Oyggjarvegin, og verður tað framhaldandi John P. Vilhelm sjálvur, sum fer at standa fyri søluni av Saab-bilunum.
Í sambandi við samanleggingina av Opel og Saab-umboðnum í Føroyum hevur fyrisitingarstjórin hjá Opel Danmark, Klaus Kibsgaard, og sølustjórin, Thomas Bruun, verið í Føroyum.
Opel Danmark, sum frá 1. oktober aftur fer at eita General Motors Danmark, umboðar merkini Opel, Cadillac, Chevrolet og nú eisini Saab.
? Vit halda, at tað er skilagott at leggja umboðini av bilmerkjum okkara saman, sigur Klaus Kibsgaard, fyrisitingarstjóri hjá Opel Danmark, tá Sosialurin hitti hann týskvøldið.
? Vit halda eisini, at Finnbogi Arge eisini hevur klárað seg væl, og vit síggja ein menningarmøguleika, nú hann eisini skal umboða Saab, sigur hann ? og leggur skemtandi afturat, at Finnbogi hevur betur stundir, nú hann ikki longur er landsstýrismaður?
Opelstjórin sigur, at tað ikki er nakar trupulleiki, at P/f Meinhardt Arge eisini umboðar konkurrerandi merkini Nissan og Peugeot.
? Sjálvandi vilja vit hava, at bilmerkini hava hvør sín samleika, og at tað skal verða kundanum púra greitt, hvussu hann kemur í sambandi við Opel- ella Saab-umboðið, sigur Klaus Kibsgaard.
Hann sigur eisini, at Opel Danmark sjálvsagt ikki fer at krevja, at bilaumboðini skulu verða leys hvørt av øðrum ? serliga ikki í Føroyum, her møguleikarnir eru so avmarkaðir.
? Vit síggja eisini stórdriftsfyrimunirnar á umvælingar, viðlíkahalds- og eykalutasíðuni. Við at hava fleiri bilmerki undir sama taki ber til at fáa meira burturúr ? bæði hjá fyritøkuni Meinhardt Arge ? men ikki minst fyri kundan, sigur Klaus Kibsgaard.
Um Opel:
Tann fyrsti Opel-bilurin ? Opel Patentmotorvogn System Lutzmann ? varð framleiddur í 1898. Stovnarin, Adam Opel, doyði trý ár frammanundan, í 1895, 58 ára gamal.
Fyrsta Opel-umboðið í Føroyum (GM) var P/F Vilhelm Nielsen, sum bygdi í J. Broncksgøtu í 1935. Fyritøkan hevði umboðið, til P/F Óli Arge keypti partafelagið í 1986. Í 1993 steðgaði alt virksemið hjá P/F Óli Arge, sum fór í likvidatión. Finnbogi Arge stovnaði sama ár P/F Meinhardt Arge, sum yvirtók virksemið hjá P/F Óla Arge og harvið eisini Opel-umboðið í Føroyum. Higar til í ár eru seldir 114 Opelbilar í Føroyum.
Um Saab:
Tað var í sekstiárunum, at fyrstu Saab-bilarnir komu til Føroya. Umboðið var á ymsum hondum. Eina tíð hevði Rósing Rasmussen í Runavík umboðið. Tummas Ørv fekk tann fyrsta bilin í 67 ella 68. Í 1971 varð hann biðin um at hava umboðið. Í november 76 varð John P. Vilhelm settur í starv at røkja Saab-umboðið. Í 95 yvirtók hann umboðið, sum hann 1. september letur P/F Meinhardt Arge, tó at hann sjálvur framvegis verður »Saab-andlitið« í Føroyum:
Um Klaus Kibsgaard:
Klaus Kibsgaard er fyrisitingarligur stjóri hjá Opel Danmark. Hann hevur starvast hjá Opel seinastu 13 árini. Vanliga verða Opel-stjórarnir skiftir út eftir eini 4-5 árum. Hóast hetta ikki er ein treyt, so er tað vanligt, at stjórar skifta og flyta millum lond. Klaus Kibsgaard byrjaði við at selja Isuzu. Hann hevur starvast hjá Opel í Frankaríki í nøkur ár, og áðrenn hann gjørdist stjóri hjá Opel í Danmark, var hann stjóri hjá Opel í Turkalandi í fimm ár. Har var hann við til at økja søluna av Opelbilum í Kekkia frá 9.000 bilum árið til 65.000 bilar.
Klaus Kibsgaard tók við sum fyrisitingarligur stjóri hjá Opel Danmark 1. oktober 2000