Bogi Eliasen
Í 1989-90 rapaði eysturblokkurin og gjøgnumskygni og frælsi vunnu bardagan um heimin. Sum í einum ævintýraheimi sigraði tað góða ímóti tí ónda, tað ljósa ímóti tí myrka, tað opna ímóti tí afturlatna. Heimurin var ein heild, og tvíbýtið hvarv. Soleiðis var støðumyndin, tá eysturblokkurin rapaði. Eysturevropisku og fyrrverandi Sovjetlondini hildu eisini, at nú var broyting komin í, og um fá ár var alt ein liberalur dansur á rósum, liberalisman hevði vunnið Kalda kríggið. Vit minnast ikki Kalda kríggi fyri nakað gott, men at heimsins lond antin vóru við eystur ella vestur, og at í flestu orrustum var annar parturin stuðlaður av eystur og hin av vestur. Hetta er kanska ein ógvuliga svørt/hvít mynd, men soleiðis var.
Kuwait ovboðið
Skiftistíðin til heimsliberalismu var tó ikki bara sum at siga tað. Heimurin var ikki fastlæstur í stoltleikanum hjá tveimum superveldum longur, og tí komu eisini aðrar orrustur, onnur mál og aðrar tvístøður á dagsskrá. Saddam Hussein hevði verið maðurin hjá vestri – og serliga USA - í Miðeystri. Hóast tey, sum vildu vita tað, vistu, at hann var ein harðrendur og eirindaleysur einaræðisharri, so var stuðulin til hansara, partvís ein stuðul fyri at tryggja, at Iran ikki gjørdist sterkari. Men Saddam fór um mark, tá hann helt seg hava rættin til at innlima Kuwait í Irak, og eftir tað var hann ikki vinmaður hjá vesturheiminum.
Fyri ella ímóti, aftur
Fyrsta Flógvakríggið, ið fór fram við ST-samtykt, var grundað á irakisku innrásina á Kuwait. Tá Irak fall, kundi t.d. USA, sum var høvuðshermegin í innrásini farið eftir Saddam og koyrt Baath stýrið frá, men hetta varð ikki gjørt. Irak bleiv sett í eina støðu, har altjóða tiltøk vóru sett í verk til tess at noyða landið og Saddam at broyta landið til tað betra. Hetta spælið koyrdi fram til Annað Flógvakríggið, tá Krígssamgongan við USA á odda og uttan ST heimild gjørdi innrás í Irak. M.a. tí landið var ein hóttan ímóti heimsfriðinum við hópoyðingarvápnum, tí at USA hevði skýrt Irak, saman við Iran og Norðurkorea at verða axis of evil, og ikki minst at Irak hevði samband við Al-Qaeda, og tí stóð fyri skotum næst eftir Afghanistan í alheims krígnum ímóti yvirgangi. Eitt kríggj, har Bush setti heiminum knívin á barkan og segði, at antin eru tit við ella eru tit ímóti. Svart/hvíta myndin átti aftur dagsskránna.
Skeivar grundgevingar
Slagið um Irak var ikki so hart og hópoyðingarvápn hevði hann heldur ikki. Saddam hataði helst Al-Qaeda eins nógv og USA hatar Al-Qaeda, umframt at Al-Qaeda ikke helt nógv um Saddam, so tað sambandið var tað helst heldur ikki so nógv um.
Eftir stendur heimurin við eini innrás, sum frá byrjan var bygd á skeivar upplýsingar, og sum hevur sett trúvirðið í at hava ein altjóða rætt í vanda. Innrásin fylgdi heilt einfalt ikki teimum krøvum altjóða rættur setur fyri at heimild skal verða fyri einari slíkari og m.a. tí var henda innrás heldur ikki gjørd við ST hemild.
Irak knúst
Í dag ber so til at staðfesta at innrásin hevur elvt til ragnarok og hevur syndrað landið Irak. Irak var ikki stuttligasta landið at búgva í við Saddam sum leiðara, men har er nógv verri nú. Tað er eyðsæð, at innrásin ikki var nóg væl tilrættarløgd. Og tað er eyðsæð, at alt ov lítið hevur verið hugsað um hvat skuldi koma aftaná Saddam. Øll við bara eitt sindur av vitan um Irak vistu, at talan ikki var um eitt náttúrligt land við einari tjóð, men eitt samansett land, har fyrrverandi hjálandaveldini høvdu sett landamørkini. At kurdar, sunniar og shiitar gjørdu, at vandin fyri borgarkríggi var stórur, umframt annan skilna í landinum.
Hóast hesa vitan verður avgjørt at fara inn og rættiliga einsæris at stuðla shiitunum við at seta sunniar frá valdinum og shiitar á tað ístaðin. Kurdarnir hava í veruleikanum fingið sítt egna land, sum ikki er beinleiðis partur í stríðnum í restina av Irak í dag. Kurdarnir hava fingið sítt, shiitarnir sítt og sunniarnir koyrdir frá. Tí er tað, sum Tonny Brems Knudsen, lektari í Stjórnmálafrøði í Århus sigur, at sunniarnir hava ikki annað val enn at berjast fyri at fáa betri sømdir enn tað, sum tað er lagt upp til í dag.
Uppgerð?
Tonny vísir eisini á, at rættarmálið ímóti Saddam í sjálvum sær vísir, hvussu trupul støðan í Irak er. Tað er eingin ivi um, at Saddam hevur nógv brot á samvitskuni. Og tað er heldur eingin ivi um, at hann hevur framt nógvar ræðuligar gerðir. Men tað tykist rættiliga meiningsleyst í eini uppgerð bert at taka nøkur brot, døma hann og so heingja hann skjótast gjørligt. Tú brúkar ikki møguleikan at gera upp við hansara tíð og ræðuleikar, og fært tí heldur ikki øll viðurskifti fram í ljósmálan. Hetta fær tí alla hugsanina um eina uppgerð við Saddam-tíðina at fána. Sjálvur mátin, hann bleiv tikin av døgum, ber nógv meira brá av at Irak koyrir í sama hugsunarhátti sum undir Saddam. At hann skuldi takast av døgum í skundi líkist meira hevnd, og so sjálvandi filmsupptøkan, har hann verður spottaður, ger ilt verri, heldur Tonny Brems Knudsen.
Vann Saddam?
Tonny metir tó, at Saddam vann síðsta leikin, tí hann stóð fattur og tók deyðarevsingina, sum var tað ein av váðunum í at liva lívið, sum hann hevur livað. Allar umstøðurnar kring rættarmálið líkjast meira tí Irak, ið Saddam stýrdi, enn einum fólkaræði; Eingin náði, ræðulig revsing og ikki nógv hugsan um rættartrygd. Tonny metir tí, at alt kring rættarmálið og deyðarevsingina av Saddam prógvar tað Irak, sum Saddam stýrdi, og tað er tí afturlítandi og ikki á veg frameftir. Munurin er bara, at nú er tað shiitarnir, sum sita á valdinum, og Irak fer sama veg sum undir Saddam.
Gøla
Tonny fer so langt sum at kalla umstøðurnar, tá Saddam bleiv hongdur, fyri eina gølu. Tað sæst eisini aftur á, at dagfestingin, tá hinir báðir deyðadømdu skulu takast av døgum, er útsett - m.a. eftir áheitan frá Louse Arbour frá ST. Og nú um vikuskiftið hevur nýggi ST aðalskrivarin Ban Ki-moon heitt á Irak um at útseta deyðarevsingina. Og serliga Gordon Brown, sum helst er komandi forsætisráðharrin í Bretlandi, hevur kritisera avrættingina av Saddam rættiliga harðliga.
Shia og sunni stríð
Tonny Brems Knudsen hevur fyrr víst á, at í Irak er beinleiðis stríð millum shia og sunni muslimar, og at hetta stríðið kann elva til stórar trupulleikar í Miðeystri. M.a. tí Saudi Arabia longu hevur gjørt vart við, at tað ikki ætlar at lata sær lynda, at sunniar standa við sviðusoð í Irak, sum støðan er í dag. Framferðin, tá Saddam varð tikin av døgum og átrúnaðarliga vanvirdur, varpar ljós á júst henda trupulleikan, og tað sæst m.a. við at stjórnin í Irak hevur handtikið tveir persónar í samband við filmsupptøkuna. Týdningurin av, at vanvirðingin bleiv almenn, sæst eisini aftur í, at øsingin í Irak snýr seg um júst vanvirðingina og almannakunningina av filmingini - og ikki tað at Saddam bleiv tikin av døgum! Tað høvdu tey flestu viðurkent, at so fór at verða. Tonny leggur at enda afturat, at útsagnirnar frá bæði Bush sjálvum og Hvítu Húsunum heldur ikki vísa á, at tað er eitt framlítandi Irak, sum verður grundlagt við stuðli frá Bush stjórnini.
Í størri høpi?
Meðan eyguni eru vend ímóti Irak, síggja vit samstundis eitt annað stríð, sum fer fram í Somalia, har átrúnaðurin sær út til at hava avgerandi leiklutin á stuðulin. USA hevur longu lagt seg uttanfyri somalisku strondini at fanga islamistar, tí USA hevur alla tíðina mett, at beinleiðis samband var ímillum Al-Qaeda og islamistarnar í Somalia. Har vóru bara ikki nóg góð prógv. Somalia er eisini eitt sunni muslimskt land og tí kann tað skjótt henda, at eisini hetta landið - sum hevur verið uttan myndugleikar og almenna skipan í 16 ár - verið drigið upp í stríðið, har vald, átrúnaður og yvirgangur verður vavt saman í ein ellubita.