Í ár verður jólaaftan hjá Kári P. Højgaard og familju hansara hildin heima á Leitisvegi 45 í Saltangará.
- Hóast trý av okkara seks børnum við familju búgva uttanlands, hava vit annaðhvørt ár hildið jól saman. Um alt gongur, sum ætlað, verða vit børn, verbørn og abbabørn oman fyri 30 í tali til døgurða hjá okkum jólaaftan.
Spurdur, um hann hevur okkurt jólagávuynski, heldur Kári P. Højgaard fyri, at tað er sælari at geva enn at fáa.
Hvønn týdning leggur so maðurin, sum í mong ár var postmaður, politikari og landsstýrismaður, í jólini?
- Jólini eru barnanna hátíð. Hóast eg nú eri komin í eldra ættarliðið, so vekir afturvendandi jólaboðskapurin um syngjandi einglarnar, hirðarnar á markini og Jesusbarnið í krubbuni barnaminnini.
Tað er ein serstøk kensla, heldur hann, at hóast tíðin rennur, og vit øll fylgja við, so er gleðiboðskapurin kortini hin sami.
Er tað nakað serstakt, sum hevur fylt nógv hjá Kára P. Højgaard í árinum, sum nú nærkast endanum?
- Óynskti gesturin - korona - hevur vitjað lond kring heimin í ólukkumát. Hvør skuldi trúð, at fólk fóru at ganga við masku, og ramur sprittroykur skuldi møta einum á almennum støðum - ja, enntá í kirkjuni?
Ynskið hjá Kára P. Højgaard er, at støðan í so máta verður betur í komandi ári.