Sævarmoy sigraði á vánni í Klaksvík

Barnaróður 5-mannafør dreingir: Dúgvan úr Sørvági og Kollur úr Kollafirði vóru í tættari kapping um næstfyrsta plássið

Sævarmoy úr Klaksvík vann, tá ið kappast var í Miðvági fyri einari viku síðani, og aftur í dag eydnaðist tað óføru dreingjunum úr Klaksvík at vinna, tá ið teir kappaðust á heimasjógvi á vánni í Klaksvík, har 500 metra málið er á hálvari Kósabrúnni, og har endamálið er inni við gomlu Stengurnar.

 

Hetta var triði sigurin hjá Sævarmoy í barnakappingini hjá dreingjum í summar. Umframt í dag og fyri viku síðani vann Sævarmoy eisini í fyrstu kappingini, sum var á fjarðastevnu, tá ið tað varð kappast á Skálafjørðinum.

 

Sævarmoy var eina hálva bátslongd undan Dúgvuni úr Sørvági, og Dúgvan var eitt vet undan Kolli úr Kollafirði.

 

Hesir tríggir bátarnir vóru væl undan teimum næstu. Títlingur var meiri enn eina bátslongd aftanfyri Koll, og tað vóru tvær bátslongdir frá Títlingi og aftur til Tjaldrið.

 

1Sævarmoy02:55.20700
2Dúgvan02:56.46600
3Kollur02:57.13500
4Títlingur03:00.47400
5Tjaldrið03:06.11300
6Leikalind03:07.22200
7Havfrúgvin03:10.44100
8Tistil03:14.23000
9Havørnin03:20.18000
10Royndin Fríða04:00.00000