Sävehof tapti fyri toppliði á heimavølli

Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir eru fjórðfremst

Leygardagin máttu Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof lúta fyri næstfremsta liðnum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Í Partille tapti Sävehof 29-32 fyri Malmö.

 

Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni hjá Sävehof, ið var aftanfyri 12-21 í steðginum. Aftaná steðgin var bøtt munandi um støðuna, men tað rakk ikki til eitt stig. Ísak skoraði eitt mál og hann legði eisini upp til eitt mál (assist). 

 

Sävehof er fjórðfremst í deildini við 27 stigum.

 

Mánakvøldið 9. mars hevur Sävehof dyst á heimavølli móti AMO.