Sävehof tapti triðju hálvfinaluna - Ystad er nú á odda 2-1

Liðið hjá Ísaki Vedelsbøl og Óla Mittún má vinna tveir dystir á Ystad fyri at røkka finalunum

Ísak Vedelsbøl, Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spældu í kvøld triðju hálvfinaluna í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Á útivølli móti grundspælsvinnarunum og meistaraskapsfavorittunum, Ystad var Sävehof fyri greiðum 32-40 tapi. Longu í steðginum var Sävehof í ringum skørum, tí tá var Ystad á odda 22-15. Tað gekk munandi frægari í seinna hálvleiki, men ikki nóg væl til at forða fyri, at Ystad nú er á odda 2-1 í hálvfinaluuppgerðunum.

 

Ísak var effektivur í kvøld. Hann skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir. Óli skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir, men hann legði upp til heili átta mál, so báðir føroyingarnar gjørdu sítt í dystinum í kvøld. 

 

Komandi hóskvøld mugu Ísak, Óli og liðfelagarnir vinna á Ystad í fjórðu hálvfinaluni á heimavølli í Partille. Vinnur Sävehof so verður fimta og avgerandi hálvfinalan spæld í Ystad, ið higartil hevur víst seg at vera ein marruvøllur hjá Sävehof.