Safir: Vit hava hug til nýggja fløgu

Fríggjakvøldið fer Safir at framføra nýggjar sangir í Keypmannhavn

Fyri fyrstu ferð í longri tíð fer føroyski vísu- og poppbólkurin Safir á pallin aftur.

Tað hendir, tá teir fríggjakvøldið fara at spæla í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Tað verða ikki bert gomlu og kendu løgini, sum eru á skránni hetta kvøldið, tí Safir hevur gjørt nógvan nýggjan tónleik, síðani teir komu við síni tiltiknu fløgu í fjør, og fleiri av hesum sangum verða spældir fyri fyrstu ferð í Keypmannahavn í annaðkvøld.

­Vit ganga við tankum um at gera eina nýggja fløgu, men um hesir tankar gerast veruleiki, er óvist, sigur Tór Verland Johansen, sum saman við Janus Trúgvason myndar bólkin Safir.

­ Tað er rættiliga kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi at fara í holt við eina nýggja fløgu, men eg kann ið hvussu so er vissa um, at vit hava bæði hug og tilfar til eina fløgu afturat.


Hava vitja í Noregi

og Finlandi

Í mai mánaði í ár var Safir føroyskt umboð á eini tónleikastevnu, sum varð sjónbandað og víst í norska sjónvarpinum NRK umframt nógvum øðrum europeiskum londum.

Og í oktober mánaði var bólkurin í Finlandi, har teir spældu til konsert í svenska teatrinum í Helsinki. Salurin, sum tók 100 fólk, var nærum fullsettur til konsertina. Á hesi ferðini til Helsinki, varð ein sending gjørd um Safir og Føroyar í finska útvarpinum, og føroyska duoin spældi tvey løg beinleiðis í hesi sending.

Tað er eftir hesa ferðina, at Safir eru bidnir um at koma til Keypmannahavnar at spæla aftur. Teir báðir í Safir eru annars búsitandi í Århus.

Konsertin í Føroyahúsinum verður í annaðkvøld frá klokkan 21.00.