(ca 20 stk)
100 g av bleytum smøri
200 g av sukri
2 egg
1/2 tsk av bakipulvuri
1/2 tsk av natron
1 tsk av vanilju
250 g av mjøli
2 dl av súrróma (18%)
1/2 dl av mjólk
230 g av rabarbum (grovt hakkaðar)
Smeltað smør til formarnar Rør bleyta smørið og sukrið væl, og rør eggini í. Blanda bakipulvur, natron og vanilju í mjølið. Síla mjølið í deiggið skiftivís við súrróma og mjólk. Vend rabarbupettini í deiggið. Pensla formarnar við smeltaðum smøri. Fyll deiggið í formarnar - uml. 2/3 upp til kantin Baka í 30 min við 180 stig. Pynt: Glasur av flormelis og ahornsirupp ella smeltaða hvíta sjokulátu. Et muffirnar flógvar, til dømis við róma, súrróma ella vanijuísi afturvið. Tær eru eisini góðar kaldar. Hóska sera væl at frysta.
Mín besta uppskrift er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman við mynd av rættinum og navni á kokkinum. Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður. Send tína bestu uppskrift til:
Sosialurin Postboks 76 FO-110 Tórshavn mrk. uppskrift
Ella til post@sosialurin.fo.