Jan Müller
Í dag er Saga í bólki saman við franska Total og tí amerikanska Anadarco. Vit hava spurt ein av stjórunum í Anadarco, Richard Hook, hvørjar avleiðingar uppkeypið av Saga fær fyri bólkin!
-Saga hevur gjørt eitt stórt arbeiði í Føroyum, og vit sum arbeiða saman við teimum bíða nú eins og øll onnur eftir, hvat hetta skal enda við. Sjálvt um alt felagið verður uppkeypt, so er Richard Hook ikki vísur í, hvat fer at henda við teirra samstarvi.
-Nú bíða vit og fáa at síggja, hvat fer at henda. Tað kemst ikki uttan um, at arbeiðið sum Saga hevur gjørt við Føroyar, er heilt einastandandi. Og aftrat hesum kemur so tann tøkniligi kunnleikin hjá bæði Anadarco og Total. Latið okkum ikki leypa framav, men síggja, hvør endin verður.
Richard Hook sigur annars, at Anadarco framvegis er fegið um at vera millum feløgini, sum virka á Føroyaøkinum.
Teir eru sera bjartskygdir um møguleikarnar at finna olju og haraftrat hóskar júst Føroyaøkið væl inn í arbeiðskarmin hjá Anadarco. -Vit eru burturav eittt leitingarfelag og okkum dámar at vera virkin í einum øki við stórum møguleikum og avbjóðingum. Ikki minst at arbeiða við tjúkkum basalti og teimum avbjóðingum hetta hevur við sær. Vit kunnu brúka okkara royndir og tøkniligu vitan frá øðrum økjum við somu avbjóðingum.
Teir eru eisini sera fegnir um, at markið er komið uppá pláss og síggja fram til fyrstu útbjóðingina.
Richard Hook heldur eisini, at oljuprísirnir eru komnir aftur í eina legu, sum ger, at tað er áhugavert at gera íløgur her um leiðir. -Nú eri eg ikki ein, sum kann seta upp prognosur, men oljuvinnan er ein vinna, sum arbeiðir við langtíðarætlanum.
Við lægri prísum skal tú sjálvandi koma við eini enn betri orsøk til at kunna rættvísgera íløgur í einum øki við høgum kostnaði, men vit hava ikki mist mótið sum er. Kanska heldur tvørturímóti nú markið er komið uppá