Andaligi leiðarin hjá nógvum hinduum víða um heimin, Sathya Sai Baba, doyði í nátt, 85 ára gamal. Síðani tað frættist, at hann var vorðin sjúkur, hava fleiri túsund fólk verið uttan fyri tilhaldsstað hansara í Puttaparthi í indiska landslutinum Andhra Pradesh.
Í morgun bað løgreglan fólk sýna leiðaranum virðing við at binda frið.
Mong mettu Sai Baba sum halgimenni, og sagt varð, at hann hevði evni til at lekja fólk fyri ymsar sjúkur. Hansara rørsla hevur fíggjað fleiri sjúkrahús, sum brúka aðra læknavísindi enn ta alment viðurkendu. Rørslan hevur eisini stovnar og skúlar í fleiri londum.