Saint Joseph´s var rakt av veddingarskandalu í fjør

Tveir spælarar hjá mótstøðuliðnum hjá B36 í Europa League fingu long bann frá fótbólti í fjør

 

Mótstøðuliðið hjá B36 í Europa League undankappingini, Saint Joseph´s úr Gibraltar hevur fáar evropeiskar royndir.

 

Í fjør summar tók Saint Joseph´s lut í Europa League undankappingini á fyrsta sinni. Talan gjørdist um eitt samlað 0-10 tap ímóti AEL Limasol úr Kýpros. Saint Joseph´s tapti 0-4 heima og 0-6 úti.

 

Tað var tó ein sera keðilig hending í fjør sum yvirskuggaði alt annað. Saint Joseph´s var nevnliga rakt av einari ógvuliga keðiligari veddingarskandalu.

 

Tveir spælarar hjá Saint Joseph´s, liðskiparin, Esteban Montes og Alberto Montaño sum báðir eru úr Spania fingu harðar revsingar fyri at hava sett pening á dystir sum báðir høvdu verið partur av. 

 

Aganevndin hjá fótbóltssambandinum hjá Gibraltar gav liðskiparanum, Esteban Montes eitt fimm ára bann frá øllum fótbólti, og tey góvu Alberto Montaño eitt bann uppá trý ár frá øllum fótbólti. Haraftrat fingu Esteban Montes og Alberto Montaño hvør sína bót. Esteban Montes skuldi rinda 1.000 bretsk pund og Alberto Montaño skuldi rinda 800 bretsk pund í bót.

 

Úrskurðurin hjá aganevndini hjá fótbóltssambandinum í Gibraltar var fráboðaður 16. august í fjør. Saint Joseph´s segði sáttmálan upp við Esteban Montes og Alberto Montaño beinavegin tá bannini hjá teimum vóru veruleiki. 

 

Dysturin millum B36 og Saint Joseph´s byrjar hóskvøldið klokkan 19. Tróndur Arge sigur frá dystinum á FM1.