Ísak Mikladal fór sjálvur frá

Fríggjakvøldið hevði formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, sett seg í samband við aðalskrivaran, og tá gav Ísak Mikladal til kennar, at hann var sinnaður at leggja frá sær, um tað ikki kundi verða øðrvísi. Tað sama var støðan, tá KÍ-formaðurin á sjálvum fundinum leygardagin ringdi aftur til Ísak.

 

Sosialurin skrivar í kvøld, at aðalskrivarin mestsum beinanvegin gjørdi greitt, at hann vildi siga seg úr starvi, sum støðan var blivin. Tí gjørdist formansfundurin leygardagin ikki so dramatiskur, sum kanska fleiri høvdu roknað við, og tí virkaðu allir partar eisini sera avkláraðir eftir fundin.

 

Samráðast um fráfaringina

Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, vil ikki í dag vátta, um hann hevur sagt seg úr starvi ella ikki, men váttar hinvegin, at samráðingar eru í gongd. ? Eg fái ikki sagt nakað um tað, so leingi sum vit samráðast um nøkur ting, sigur hann við Sosialin.

 

Tað, sum nú er eftir at fáa upp á pláss, eru fráfaringartreytirnar, og í gjár var Ísak Mikladal við sínum sakførara á fundi umboðini hjá Fótbóltssambandinum, sum ? eftir hansara ynski ? vóru Rúni Heinesen, Niclas Davidsen og Magnus á Stongum, umframt at Fótbóltssambandið eisini hevði sakførara sitandi við borðið.

 

Í dag fundast øll starvsnevndin um málið, og har skal støða takast til tað, partarnir á fundinum í gjár mugu vera komnir ásamt um. Eftir fundin leygardagin kom fram, at starvsnevndin hevði fingið freist til í kvøld at fáa loyst samstarvstrupulleikarnar.