Hósdagin byrjaði risastóra filmstevnan Die Berlinale í týska høvuðsstaðnum, har Sakaris Stóra sýnir stuttfilmin Vetrarmorgun í skránni Generation. Undir hesum heiti kappast 60 spælifilmar og stuttfilmar úr 35 londum í bólkunum Generation Kplus og Generation 14plus.
Men enn størri heiður er, at Vetrarmorgun er tikin við í kappingina um heimsins fremstu LGBT filmsvirðisløn, Teddyvirðislønina, sum týski leikstjórin Wieland Speck stovnaði í 1987.
“Hetta er ein vakur stuttfilmur, beautiful”, sigur Wieland Speck úr Berlin, nú skráin er komin í fasta legu. “Sakaris er ein dugnaligur filmsleikstjóri. Og hvør veit, kanska vinnur hann Teddyvirðislønina”, sigur hann og grundar yvir Føroyar, sum hann vitjaði í 1989.
“Eg haldi ikki, at eg sjálvur havi fatað tað fyrr enn í nátt, hvussu stórt tað er, at ein føroyskur filmur, ein føroysk søga, enntá úr Skopun, er nominerað til eina ta hægstu listavirðislønina í heiminum, tá tað snýr seg um at varpa ljós á umstøðurnar hjá teimum samkyndu”, sigur Sakaris Storá undan týsku filmsstevnuni Die Berlinale.
“Eina løtu bleiv eg faktiskt heilt rørdur av at hugsa um tað. Og tá eg hyggið aftur í tíðina, tá eg í 2006 stóð við avhøvdarin á Sandoy Seafood og rópti "konservativu mogghøvd", meðan úttalilsini hjá ávísum fólkavaldum forpestaðu radiobylgjurnar, má eg viðganga, at eg ikki hevði trúð, at eg skuldi fáa henda heiðurin. Eg havi ongantíð vilja ført filmin fram sum eina søgu um homosexualitet. Eg havi ongantíð vilja selt, ella tjent uppá, at Føroyar eru ein ándsligur eftirbátur, samanborðið við grannalondini, og at fólk hava havt tað óneyðuga ringt og torført vegna sín seksualitet”, sigur Sakaris.
“Men eg eri øgiliga glaður fyri at eg valdi at fortelja Vetrarmorgun søguna, og eg eri eisini ótrúliga glaður fyri at bæði Summarnátt og Vetrarmorgun eru ognaðir Rasmusi. Vetrarmorgun snýr seg í botn og grund um at vera sannur móti sær sjálvum, og at góðtaka seg sjálvan sum menniskja. Og tann boðskapin eri eg øgiliga glaður fyri at borðreiða á heilum sjey sýningum á heimsins størstu filmsstevnu”, sigur Sakaris Stórá fyri fráferðina til Berlin.
(Orð og mynd: Birkblog)