Sakførarin hjá Posta mælir til at kæra dómin

– Eg eri ikki samdur í útleggingini av dóminum, sum Starvsfelagið er komið við, sigur Christian Andreasen, sakførari

Starvsfelagið sigur í dag, at ein fyrrverandi starvsmaður hjá Posta er reinsaður, nú ein dómur staðfestir, at Posta hevur burturvíst mannin av órøttum.

 

Men hesum er Christian Andreasen, sakførari hjá Posta, ikki samdur í.

 

– Sambært dóminum hevur viðkomandi starvsfólk misshildið sínar skyldur. Tó metir dómurin, at misshaldið ikki er so groft, at mann kann burturvísa viðkomandi. Tí eri eg ikki samdur við Føroya Rætti í, sigur Christian Andreasen.

 

– Av tí sama havi eg nú mælt Posta til at kæra dómin til landsrættin, sigur hann.

 

Og so er tað upp til Posta at avgera, um teir vilja kæra avgerðina.

 

– Tað hava vit ikki tikið støðu til enn, sigur Joel undir Leitinum, stjóri í Posta.

 

Hvørki Joel undir Leitinum ella Christian Andreasen hava nakrar aðrar viðmerkingar til málið, sum millum annað eisini snýr seg um elting. Les meira um tað HER, har Starvsfelagið greiðir frá.

 

Posta skal eftir dóminum gjalda fyrrverandi starvsfólkinum 252.000 krónur umframt rentu, og Posta skal gjalda Starvsfelagnum góðar 27.000 krónur í sakarkostnaði, umframt egnan sakarkostnað.