Tórbjørn Jacobsen
stjóri
????
Tað kemur sera óvart á øll, sum vara av einum felag, tá hetta sama felag verður hongt út, á fremstu síðu í landsins størsta blað, fyri at skrúva virðini í viðkomandi felag upp, við tí endamáli at varðveita eina positiva eginogn.
Tá orðið at skrúva virðini upp verður nýtt, so týður hetta í vanligum talumáli, at talan ikki er um verulig virði, men kunstiga skapt virði á einum bæði følskum og óreellum grundarlag.
Tað má standa einum og hvørjum greitt, at tá slíkar ákærur vera settar fram alment, so fær hetta álvarsligar avleiðingar við sær bæði fyri sjálvt felagið og íleggjararnar.
Álitið ímillum felagið og tess samstarvspartnarar fær eitt skot fyri bógvin og kreditvirðið versnar!
Ein slík álvarslig skuldseting má tí sum minstamark krevja haldgóða skjalprógvan og ítøkiligar grundgevingar.
Hvørjar eru so grund-gevingarnar hjá Georg L. Petersen ?
Jú, ein einfald saman-bering av roknskaparliga virðinum á rækjuskipinum M/S "Napoléon" við onnur rækjuskip er skottrygga prógvið fyri hesi sonevndu "uppskrúving" av virðinum og harvið eginognini hjá P/F Kongshavnar Útgerðarfelag.
Hetta er fullkomuliga burturvið og má sigast at verða bæði tilvildarligt og sera ósakligt.
Ein slík samanbering er av góðum grundum ikki ein próvgrund, sum kann nýtast til nakað sum helst, og als ikki til eina so álvarsliga skuldseting, sum at leggja eigararnar undir falskar upplýsingar mótvegis bæði fíggingarstovnum, skattavaldi og skrásetingarmynd-ugleika v.m.
Her er eyðsæð talan um beinleiðis skaðiligan journalistik, sum bert hevur til endamáls at undirgrava og oyðileggja umdømi hjá ávísum felag og møguliga ávísum persónum uttan nakað sum helst grundarlag yvirhøvur.
Hvørt talan er um persónligt agg, hevnisøku ella bara tápuliga sjikanu er so upp til hvønn einstakan at meta um, men ásannast má, at Georg L. Petersen er rættuliga langt úti at svimja, tá slíkar høpisleysar ákærur verða bornar fram á forsíðuni í landsins størsta blað!
Havast skal í hesum sambandi í huga, at felagið hevur skyldu til at halda seg til galdandi roknskaparlóg og skattareglur, tá bæði virði og eginogn verður uppgjørd. Avskrivingar verða framdar á hvørjum árið, soleiðis sum ásett í galdandi roknskaparreglum. Fullfíggjað skjalprógv fyri nýíløgum og umvælingum skulu leggjast á borði til eina og hvørja tíð, um virði á skipinum skal økjast. Grannskoðarin góðtekur heilt einfalt ikki uppskriving av nøkrum virðum uttan haldgóða grund og neyðug skjalprógv fyri hesum. Felagið er undir sama eftirliti, sum øll onnur feløg í Føroyum, og hevur í veruleikanum ongan møguleika fyri at villeiða lángevarar ella kreditorar við fiduskendum manipulatiónum og følskum virðum, so sum hetta umboðið fyri fjórðu statsmaktina vil vera við!
Roknskapurin hjá Kongshavnar Útgerðarfelag er almennur og ein og hvør sum hevur áhuga fyri hesum viðurskiftum kann fáa sær eitt eintak av hesum roknskapi.
Felagið dylir onki og heldur seg innan teir karmar sum galdandi lóg og reglur áseta.
Hervið er tað okkara vón, at hesar skilaleysu skuldsetingar um "uppskrúvað virði" eru væl og virðiliga mótprógvaðar, og at greinin hjá Georg L. Petersen ikki skal verða tikin fyri meira enn tað hon er, nevniliga ósaklig journalistisk manipulatión, tá hon er alra ringast.
Nú føroyski virðisbræva-marknaðurin fer úr barkastokki, er tað mangt sum bendir á, at fjórða statsmaktin, í hvussu er ikki Dimmalætting og Georg L. Petersen, eru búgvin til hetta nýbrotið í føroyska peningaheiminum. Ein so skilaleys grein sum omanfyrinevnda hevði longu havt tikið stólparnar undan viðkomandi felag og jarð-lagt tað av fákunnu og býttiskapi, hjá einum tilvildarligum journalisti, ið ikki megnar at lesa seg fram ígjøgnum ein rokn-skap øðrvísi enn tá ið Belsebub skúrar seg fram ígjøgnum tær heilagu skriftirnar.