- Vit meta ikki, at tað eru serligar avbjóðingar, ið er orsøkin til hægru prísirnar, men at tað er eitt hægri avkast hjá oljufeløgunum.
Soleiðis ljóðaði ein av niðurstøðunum, tá Kappingareftirlitið í dag legði fram eina 94 síðu langa frágreiðing um oljumarknaðin í Føroyum.
Tað var Sigurd Rasmussen, fulltrúi í Kappingareftirlitinum, ið hevur staðið fyri kanningini, ið hevði orðið mest á fundinum.
Hóast umboðini fyri Kappingareftirlitið vóru varnir við at siga, at oljufeløgini útnytta sína støðu og hava hægri prísir enn neyðugt, so var tað greiði undirtóni á fundinum.
Sum in.fo skrivaði fyrr í dag, so vísir kanningin, at oljufeløgini taka taka upp í 83 prosent hægri vinning fyri gassolju, enn oljufeløgini í grannalondunum – og 50 hægri fyri bensin og diesel. Serliga er tað eftir, at oljufeløgini fingu nýggjar eigarar og nøvn í 2008, at eitt rák byrjaði har vinningurin hjá oljufeløgunum øktist munandi.
Terje Sigurðsson, deildarleiðari í Kappingareftirlitinum, mælti á fundinum til, at skipa so fyri, at nýggj feløg sleppa á føroyska marknaðin, so at brúkarin fær ágóðan av kappingini.
Dentur varð tó lagdur á, at í fyrsti atløgu verður einki gjørt. Fyrst skal Kappingarráðið nevniliga taka støðu til kanningina, og um avgjørt verður at gera nakað við hana, so byrja samráðingar við oljufeløgini.