Saknar hjálp frá landsstýrinum um grind

Landsstýrið kundi gjørt meiri fyri at hjálpa tingfólki at svara grindamótmælisfólki aftur

 

Eg haldi, at landsstýrið hevur gjørt ov lítið fyri at hjálpa tingfólki at svara mótmælum ímóti grindadrápi, aftur.

Tað heldur Hendrik Old, tingmaður.

 

Tað er langt síðani at Sea Shepherd boðaði frá, at tey fóru at koma til Føroya í summar at mótmæla grindadrápi.

Og longu áðrenn Løgtingið fór í summarfrí í vár, spurdi hann løgmann um hann ætlaði at útvega tingfólki nakað tilfar fyri at brynja tey út at svara umhvørvisfólki aftur.

 

Hann hugsar um, at landsstýrið skrivaði eitt greitt svar á ymsum málum við føroyskum sjónarmiðjunum um grindadráp, sum tingfólk kundi svara unhvørvisfólki aftur við.

 

Men tað hendi ikki og Hendrik Old heldur framvegis at saknur er í tí.

- Tingfólk fáa nógvar fyrispurningar um grindadráp, men sum støðan er nú, svarar hvør tinglimur aftur, hvør í sínum lagi. Men eg haldi, at málið er ov álvarsligt til, at vit ikki øll draga eina línu og tí haldi eg at landsstýrið áttu at útvega tingfólki eitt felags svar, sigur Hendrik Old. 

 

Men hann heldur, at vit eiga at brúka veturin til at fyrireika okkum betri til næsta summar, tí hann heldur, at tað er ógvuliga sannlíkt, at hetta verður ikki seinastu ferð, at umhvørvisfelagsskapir koma higar.

- Tað er ongantíð ov skjótt at vit finna eitt stutt, men ítøkiligt svar á ymsum máli at svara teimum aftur við, heldur løgtingsmaðurin.

- Tað er eisini so, at tingfólk ferðast víða og tað hevði verið hent at havt eitt svar til reiðar, skuldu vit møtt mótmælisfólki.

 

Hendrik Old sigur, at hann fer ikki at sleppa málinum, men fer at reisa málið enn einaferð í Løgtinginum.

 

Tó heldur hann ikki at tað er rætt at banna fólki at koma til landið.

- Tað er neyvan tann stóri vandin í tí, heldur Hendrik Old. 

Men hinvegin heldur hann avgjørt, at tað er rætt at banna teimum at fáa teir skjóttgangandi bátarnar til landið.

- Tey hava ikki skil fyri, streymi, streingjum og íðum, men bátarnir eru lítlir og sigla skjótt og tí er tað so skjótt, at tað kann enda við eini vanlukku, heldur Hendrik Old.