Sakni hvørki Fámara ella Føroyar

– Tað sigur Johan í Kollafirði, ið saman við nýggju damu síni hevur funnið dreymin – í Danmark.

 

Vikuskiftis-Sosialurin hevur tosað við Johan í Kollafirði, sum er skildur frá Rakul og trúlovaður 25 ára gomlu Kat.

 

Í Vikuskiftis Sosialinum skrivar Ólavur Ellfesen, formaður í Javnstøðunevndini, tíðargrein, sum hann nevnir »Eginkvotur til foreldur«.

 

– Ímynda tær eina lóg, sum ásetir, at børn bara sleppa at síggja pápa sín 7% av tíðini. Restin skal tað vera saman við mammuni, skrivar Ólavur Ellefsen.

 

Bjarni Djurholm, fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður skrivar eisini tíðargrein í Vikuskiftis Sosialinum. Hann viðger fiskivinnunýskipanina. Hann spyr í tíðargreini, um vit ynskja revolutión ella evolutión.

 

Sosialurin er í vikuskiftisblaðnum farin undir greinarøð í sambandi við, at blaðið 24. mai fyllir 90 ár. Og nú vit eru við tíðargreinar, so var tann fyrsta tíðargreinin prentað í fyrstu útgávuni av Sosialinum í 1927. Høvundur var eingin matari enn Nina Bang, sum stutt framanundan hevði verið undirvísingarráðfrúa í stjórnini hjá Thorvald Stauning frá 1924-1926. Nina Bang er fyrsta kvinna í heiminum, sum gjørdist stjórnarlimur í einum demokratiskum fólkastýri.

 

Trýstið á pílin á myndini og hoyrið Barbaru Holm, blaðstjóra, greiða frá innihaldinum.