Sálarligur harðskapur og tráfylging kriminaliserað

Løgtingið hevur einmælt samtykt at kriminalisera sálarligan harðskap og tráfylging í føroysku revsilógini

Samstundis verða reglur um frástøðuboð og fyrning fyri ávís brot styrktar, skrivar Almanna- og mentamálaráðið. 

 

Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum fegnast um hesa týðandi lógarbroyting, sum er liður í átaki 10 í heildarverkætlanini Sig frá.

 

- Tað hevur stóran týdning, at vit nú fáa eina greiða staðfesting av, at sálarligur harðskapur og tráfylging ikki verða góðtikið í okkara samfelag, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður.

 

Gransking vísir, at sálarligur harðskapur kann hava álvarsligar langtíðaravleiðingar, og oftani er ein fyriboðan um likamligan harðskap. Við at gera hetta brotsverk revsivert, verður vónandi lættari hjá teimum raktu at søkja sær hjálp og koma burtur úr vandamiklum støðum.

 

Royndir úr grannalondunum vísa, at neyðugt er við miðvísari upplýsandi og førleikamenning hjá løgreglu, rættarskipan og øðrum myndugleikum, so mál um sálarligan harðskap kunnu viðgerast rættvíst. Løgtingið leggur tí eisini dent á tørvin á kunnandi átøkum til almenningin og fakfólk.