Salmundur var tvífaldur málskjútti

FC Suðuroy hevur seinnapartin í Klaksvík vunnið fyrsta dystin síðani uppflytingina

FC Suðuroy er nýtt lið í næstbestu deildini. Í fyrsta umfari endaði tað við javnleiki á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá B36.

Í dag vóru suðuroyingarnir gestir hjá teimum næstbestu hjá KÍ, sum í fyrsta umfari taptu 4-1 á Sandi.

Heldur ikki í dag eydnaðist tað klaksvíkingum at vinna stig. FC Suðuroy vann 2-0, og Salmundur Bech, sum í vetur flutti úr NSÍ og aftur í barndómsfelagið, skoraði bæði málini.

Í fyrra hálvleiki var FC Suðuroy greitt omaná. KÍ hevði onga roynd ímóti málinum hjá gestunum, meðan FC Suðuroy hevði nógv hornaspørk og fleiri stórar málmøguleikar.

Í seinna hálvleiki var munurin á liðunum ikki so stórur. At FC Suðuroy seks minuttir eftir steðgin økti um munin til 2-0 bar við sær, at spælið gekk fyri seg eftir fyritreytunum hjá gestunum. Afur var Salmundur Bech málskjútti. Uppleggið átti norski álopsspælarin Christian Gullermo Njøten, sum var rættiliga eyðsýndur.

Í KÍ málinum var nýggi norski málverjin Mathias Brinch Rosenørn, og í verjuni var nýggi svenski verjuspælarin Lars Daniel Bjørkman. Danski verjuspælarin Jesper Brinck, sum leingi hevur verið skaddur, var á KÍ beinkinum og skiftur inn beinanvegin eftir, at FC Suðuroy hevði økt um leiðsluna til 2-0.

Rani N. Johannesen vardi málið hjá FC Suðuroy, í miðverjuni var danski Dennis Nielsen, og millum teir úti á vøllinum vóru 18 ára gomlu Pætur Augustinussen og Fríði Holm.