Salt í Søldarfirði og á Toftum

Tvær av stóru saltgoymslunum í Føroyum liggja í Eysturoy, ávikavist í Søldarfirði og á Toftum.

Heimasíðan hjá Runavíkar havn veit at siga, at nakrar ferðir um árið koma farmaskip við salti til goymsluna á havnarlagnum í Søldarfirði.

Tað er Árni Joensen, umvegis felagið Saltkeyp í Oyndarfirði, ið eigur goymsluna, sum heldur til í norðara endanum í pakkhúsinum hjá Faroe Ship.

Herfyri var Wilson Blyth (myndin) á Søldarfirði við umleið túsund tonsum av salti.

Portalurin kann leggja aftrat, at M.J.Saltsøla hevur bygt nýggja saltgoymslu á ídnaðarøkinum Á Rætt á Toftum, og her koma eisini javnan skip við salti.

Í Eysturoy eru nøkur stór saltfiskavirki, og millum hesi eru Vaðhorn á Strondum og Toftum - og Fiskavirkið í Gøtu.