Salt-sigling í komandi viku

Mynd: Myndina av Johonnu tók Niels Jacob Eysturberg

Felagið Føroysk Træseglskip saman við SALT á Drelnes skipa fyri SALT Sigling 2022 í døgunum 8. juli til 10. juli 2022. Luttakandi skipini verða Dragin, Westward Ho, Johanna og Thorshavn. 

 

Felagið Føroysk Træskip siga, at træskipaflotin eigur at sigla hagar, hann ger mun ella sæst í einum tiltakið, ið gagnar/stimbrar har skipini seta dám á, so sum oyggja- bygdastevnu, fiskikapping, festival, hugnaløtu á bryggju og annað, skrivar Suðurrás.

 

Meðan skipini liggja við bryggju við Salt á Drelnesi, ber til at vitja umborð, og annars eru tiltøk av ymsum slag í Salt.

 

Væntandi fer manningin á øllum skipunum at telja eini 50 til 55 fólk.

 

Skráin fyri tiltakið sæst eittnú inni á facebook vanganum hjá sluppini Johonnu TG 326.

 

 

 

 

 

Mynd: Myndina av Johonnu tók Niels Jacob Eysturberg