Saltgoymslan fær bryggjukant

Bygdaráðið í Nes kommunu samtykti mánakvøldið hin 20. februar - tað var í gjárkvøldið - at gera ein 12 metrar langan bryggjukant framman fyri saltsølubygningin hjá M.J. Saltsølu á Toftum.

Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri, upplýsir, at dýpið við atløgubryggjuna verður 7-8 metrar.

- Arbeiðið verður boðið út alment. Sostatt fara skipini, sum koma við salti, at kunna nýta hesa bryggjuna.

Hann leggur aftrat, at vanliga hava hesi skip eini 3000-4000 tons av salti hvørja ferð, tey koma.

Myndina hevur Súni í Hjøllum sjálvur tikið.