Saltkeyp fingið nýggjar eigarar og nýtt navn

Fyritøkan Saltkeyp, sum í nógv hevur hevur veitt salt til føroysku saltfiskavirkini, hevur nú fingið nýtt navn.

Saltkeyp hevur verið dóttirfelag hjá Íslendska felagnum Saltkaup úr Hafnafirði, men felagið hevur nú fingið nýggjar eigarar, og tí fær felagið eisini nýtt navn.

Tað er norska GC Rieber úr Bergen, sum hevur keypt Saltkeyp, og nýggja navnið verður tí CG Rieber Føroyar.

Saltkeyp hevur í nógv ár veitt salt til føroysku saltvirkini, og seinastu árini hevur felagið eisini veitt salt til føroysku vegirnar. Hóast felagið hevur fingið nýggjar eigarar, so fer virksemið at halda fram ótarnað og óbroytt, sigur felagið.

– GC Rieber letur á hvørjum ári ein fjórðing av yvirskotinum til GC Rieber Foundation, sum letur allan peningin til vælgerandi endamál. GC Rieber Foundation hevur yvir 90 ár á baki, og bert seinastu 20 árini hevur GC Rieber Foundation latið yvir 200 milliónir norskar krónur til ymiskt vælgerandi, sigur CG Rieber Føroyar um nýggju norsku eigararnar.