Herfyri kundi P/F Eystur-og Sandoyartunlar boða frá, at nú er størri helmingurin av Eysturoyartunlinum boraður og sprongdur.
Byrjað varð at bora Eysturoyartunnilin í februar í 2017 á Strondum og í mai 2017 á Hvítanesi. Gongur alt sum ætlað verður Eysturoyartunnilin skotin í gjøgnum um eitt ár, og koyrandi verður fyri árslok 2020.
Í Saltnesi verður stórarbeiði gjørt, men tað eru ikki øll sum vita neyvt, hvussu umhvørvið í Saltnesi kemur at síggja út, tá arbeiðið verður liðugt.
Her er ein rúgva av gróti løgd út í sjógvin nógvar metrar úr landi, og her verður rundkoyring, eins og alt økið verður umskapað.
Stjórin í P/F Eystur-og Sandoyartunlar, Teitur Samuelsen, hevur áður sagt, at tunnilin fer at koma upp í Saltnesi við endan av hesum árinum.
Í løtuni verður eisini arbeitt við at fyrireika inntøkini til Sandoyartunnilin, og her fer arbeiðið skjótt at byrja í Traðardali á Sandi, eins og ruddað er fyri inntakinum, sum verður á Gomlurætt.