Kvotuavtalan partanna millum hevur verið óbroytt í fleiri ár. Føroysk skip kunnu soleiðis veiða í 1998 hesar nøgdir í ES sjógvi:
Longa, brosma og blálonga 800 t., blálonga 940 t., makrelur 3930 t., sild 1160 t., hestamakrelur 7000 t., ídnaðarfiskur 20000 t., svartkjaftur 62000 t., onnur fiskasløg 400 t. og hemari 125 t.
Í grønlendskum sjógvi kunnu veiðast 1150 t. av rækjum, 150 t., av svartkalva og 500 t. av kongafiski í Eysturgrønlandi og 150 t. av svartkalva í Vesturgrønlandi.
ES skip kunnu veiða í 1998 í føroyskum sjógvi. Tosk og hýsa 500 t., upsi 2500 t., kongafiskur 7000 t., blálonga og longa 3600 t., flatfiskur 1000 t., svartkjaftur 25000 t., makrelur 3270 t., og av øðrum fiskasløgum 760 t.
Undir samráðingunum varð spurningurin um skipanin av fiskiskapinum eftir vestmakrelinum viðgjørdur. Føroyar gjørdu aftur vart við sína misnøgd við rættindini sum strandaland og at skipanin av hesum fiskiskapi hoyrir til NEAFC og ikki millum ES og Noreg, har Føroyar í avtaluni við ES bert kunnu góðtaka hesa skipan eitt ár aftrat við 14.500 tons av heildarkvotu samstundis sum bíða verður eftir svarinum frá ICES um ferðingarmynstrið hjá vestmakrelinum.
Kongafiskastovnurin undir Føroyum, sum er á sera lágum støði varð viðgjørdur og vildi Føroyar hava ES kvotuna niður samstundis sum javnvágin kundi haldast við størri sildakvotu til ES. ES kundi ikki ganga við til broytingar.
Spurningurin um at flyta rækjukvotur í grønlendskum sjógvi millum privat reiðaríir í ES og Føroyum varð viðgjørdur. Her vildi ES ganga okkara ynski á møti, um hetta kann skipast sambært teirra lóggávu og í samráð við Grønland. Partarnir avgjørdu, at hesin spurningur verður avgreiddur innan 1. desember 1997.
Fleiri tekniskir spurningar vóru viðgjørdir. Makrelfiskiskapur eystanfyri 4 stig vestur í tíðarskeiðinum frá 1/10 til 31/12, har ES gongur við til, at 1000 t. kunnu veiðast her. Forðingar í veiðuni eftir svartkjafti vestan fyri Shetland og vestan fyri Írland var viðgjørd, men her fekst eingin greið loysn, men partarnir avtalaðu at loysa trupulleikan við hjáveiðuni av svartkjafti í ídnaðarveiðuni í komandi ári.
Føroyar løgdu fram royndirnar við rist í ídnaðartroli fyri at minka um hjáveiðuna. Partarnir eru samdir um, at mæla til, at hesar kanningar verða at halda fram.
ES kunnaði um ætlanina at krevja fylgisveinaeftirlit um borð á øllum skipum 1. januar 1999. Partarnir eru samdir um at samstarva um hesa skipan.
Samráðingarnar verða á embætismannastigi og í føroysku samráðingarnevndini verða Kaj P. Mortensen, fiskivinnustjóri, Eyðfinnur Finsson, fulltrúi, Andras Kristiansen, fulltrúi, Ulla S. Wang, fulltrúi, Hjalti í Jákupsstovu, fiskifrøðingur, Jákup Reinert, fiskifrøðingur, Johan Simonsen, fiskiveiðieftirlitið, Johan Christiansen, Felagið Ídnaðarskip, Jákup E. Hansen, Felagið Rækjuskip, Eiler Jacobsen, Felagið Nótaskip og Mogens Holm Petersen fyri uttanríkismálaráðið.