Tað var nakað tættari, enn taå var á Norðoyastevnu, men kortini var tað eingin ivi, tá ið 8-mannaførini kappaðust í góðveðrinum á Skálafjørðinum.
Miðvingur vann í Klaksvík, og miðvingar vunnu aftur á Skálafjørðinum.
Heiðabáturin bjóðaði seg fram í heimasjógvi, og Heiðabáturin var pretin á fyrstu metrunum. Kortini endaði hann aftast.
Rádni úr Fuglafirði royndi at bjóða Argjabátinum av í kappingini um næstfremsta plássið. Eina løtu sá tað út til at tað skuldi eydnast, men á málinum var eingin ivi um plaseringarnar.
8 mannafør
1 Miðvingur 06:58.06
2 Argjabáturin 07:02.15
3 Gullbrandur 07:04.03
4 Heiðabáturin 07:16.11
Støðan
1 Miðvingur 14
2 Argjabáturin 12
3 Gullbrandur 10
4 Heiðabáturin 4