Sámal Erik til Víking

Alt bendir á, at Sámal Erik Hentze í kvøld skrivar undir við Víking

Fyrr í vikuni skrivaði Norðlysið, at Sámal Erik Hentze helst verður nýggjur venjari hjá Víkingi. Sum skilst, so verða hesi tíðindini váttaði í kvøld, tá Sámal Erik Hentze og Víkingur skriva undir sáttmála.

 

In.fo kundi fyri kortum boða frá, at Sigfríður Clementsen ikki fór at halda fram í starvinum sum venjari hjá Víkingi. Síðani hava gitingar verið um hvør fór at verða nýggjur venjari.

 

Tað tykist púra vist, at talan verður um Sámal Erik Hentze, sum kemur at hava Sorin Anghel við sær sum hjálparvenjara. Teir hava staðið á odda fyri AB í seinnu hálvu av landskappingini í ár.

Sum skilst, so halda teir báðir fram á Argjum til kappingarenda. AB er í løtuni í kapping við FC Suðuroy í niðurflytingarstríðnum.