Føroya Sjómannadagur hevur nógvar góðr stuðlar, bæði fíggjarligar og fólksligar. Ein av teimum, sum hevur verið við øll árini, tá kapping er í trolbøting, er Sámal Olsen, sum til dagligt starvast á trolvirkinum Vónini.
Sámal hevur øll hesi ár verið dómari í trolbøting, og semja er um, at hetta er hann komin væl frá - ja, hann er sum føddur til hesa uppgávu, har hann skal taka dagar ímillum, hvussu trolmenn og -kvinnur, sum bjóða seg fram, bøta.
Meðan kappingin í trolbøting koyrir, er ikki so sjáldan, at Sámal Olsen kemur við onkrari stuttligari viðmerking, men hetta hevur eingin tikið illa upp, tí hetta er bara ein partur av kappingini og sjómannadegnum.
Eitt árið, tá royndir trolbøtarar stóðu á pallinum og kýttu seg, helt hann fyri, at trolpettið, sum tann eini maðurin hevði gjørt, neyvan kundi brúkast til at bera hoyggj í so illa, sum tað var frágingið.
Aftur hesaferð stóð Sámal Olsen og riggaði til, tá In.fo hugdi fram við stóra palli stutt fyri, at kappingin í trolbøting byrjaði nakað eftir klokkan 13 í dag.
- Jú, eg havi verið við øll árini, og hetta er ein hugnaligur dagur í Klaksvík, bæði hjá børnum og vaksnum, segði Sámal Olsen.