Samanhaldið er munurin

Tað sigur 20 ára gamli Jónas G. Djurhuus um føroyska U21 landsliðið

Í dag skal føroyska U21 landsliðið spæla fyrsta dystin í HM endaspælinum í Algeria. Dysturin er móti Kili. Ein orsøk til at føroyska liðið hevur vunnið seg til HM endaspælið er, at liðið er væl samanspælt.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Tað ger heilt víst mun, at vit hava vant saman í fleiri ár. Vit kenna hvønn annan og tíma at renna og berjast fyri hvørjum øðrum, sigur Jónas G. Djurhuus.

 

Tað vóru millum annað foreldrini hjá honum, Anna Dam og Gunnar Djurhuus, ið komu við hugskotinum um talentvenjing, tí tað mangan vóru bara H71 og VÍF, sum spældu um FM. Fleiri vísa á samanhaldið millum spælararnar, sum ein lykil.

 

Tað er ikki tí at talan er um stórar menn, at júst hesin árgangurin stendur seg so væl. Liðið spælir tekniskan og skjótan hondbólt.

 

- Vit eru ikki so stórir, so vit mugu spæla skjótt og sleppa tætt at málinum at skjóta. Vit hava eitt blandað lið við góðum spælarum á øllum plássum. Vit hava ein avbjóðing við hæddini, men so mugu vit spæla upp á annan máta enn onkur av hinum, sigur 20 ára gamli hoyvíkingurin.

 

Hann var eisini millum lyklaspælararnar, tá Føroyar í januar vunnu seg til HM endaspælið. Hann minnist aftur á kappingina við gleði og er ikki í iva um størstu løtuna.

 

- Størsta løtan var seinasta bríkslið móti Finnlandi, tá vit staðfestu at vit komu víðari, sigur Jónas G. Djurhuus.

 

Føroyar spæla í dag klokkan 14 móti Kili í fyrsta dystinum. Rás2 sigur frá dystinum.