Helst vóru fleiri við mær, ið um vikuskifti regluliga tendraðu sjónvarpstólið fyri at frætta tíðindi frá landsfundi Tjóðveldisfloksins í Sørvági.
Smb. onkrum fjølmiðli varð lagt upp til eitt nú formansskifti, men har var »intet nyt fra Vestfronten«. Ólíka áhugin, ið varð sýndur landsfundi Sambandsfloksins fyri tveimum árum síðan, tá SvF noyddist at avbróta Gekkin í tað óendaliga tí at fullveldisministarin/varaløgmaðurin in spe mestsum breyt inn á afturlatna fundin (helst fyri yvirtíðarsamsýning) fyri at kunna sjónvarpa live frá tí, ið onkur mundi vóna gjørdist Waterloo táverandi løgmans?
Kanska stjórin á amboðskassanum hjá Høgna hevur okkurt boð uppá, hvørji »redaktionell yvirvejilsi« liggja sum grund fyri ójøvnu metingini av tíðindavirðinum á tveimum so átøkum hendingum.
Poul Martin Rasmussen, Klaksvík