Samanhangur er millum yvirvekt og krabbamein

- Fólk, sum viga ov nógv, fáa lættari krabbamein, og tað er truplari at viðgera krabbamein hjá fólki sum viga ov nógv, sigur www.cancer.dk

Tú ert ikki bara í størri vanda fyri at fáa krabbamein, um tú vigar ov nógv. Tú ert eisini í størri vanda fyri at fáa aðrar sjúkur.
Tað skrivar heimasíðan www.canser.dk

Fyribyrg yvirvekt
Tá tú fyrst vigar ov nógv, kann tað gerast trupult at tapa teg. Tí er tað týdningarmikið at fyribyrgja yvirvekt.
Uppskriftin at halda vektina á hóskiligum støði kann tykjast einføld: Et heilsugott og rør teg.
Hyggja vit at Danmark, er tað ikki allir danir, sum duga at finna góðu javnvágina.
www. cancer.dk siga, at 1,3 miljónir danir viga ov nógv.
Heimasíðan hevur eisini ymisk uppskot um at eta heilsugott, og nær tey hóskiliga røra seg.

Heilsubetri lív
Tú ert ikki einsamallur í tínari stremban eftir at halda vektina.
Kræftens Bekæmpelse í Danmark gevur eisini sítt íkast til, at fólk kunnu liva heilsugott og soleiðis kunnu umgangast yvirvekt.