Fótbóltur
Tapið fyri B71 á heimavølli stafðesti av álvara støðuna hjá VB/Sumba. Bara trý stig eru fingin fyrstu níggju umførini, og tað er eingin loyna, tey í felagnum ikki eru nøgd um hetta.
- Sjálvandi eru vit ikki tað. Serstakliga eri eg vónbrotin av, at úrtøkan móti hinum liðunum í niðaru helvt av talvuni hevur verið so vánalig. Og helst skuldu vit havt eini 8-9 stig nú, sigur Bjarni Johansen, formaður í VB/Sumba.
Tá gongdin er, sum hon hevur verið, so er ikki ónáttúrligt, at tos um nýggjar spælarar og møguliga venjara er at hoyra, men í so máta tykist Bjarni fullkomuliga avkláraður.
- Fyrst og fremst, so er avmarkað, hvat vit fáa gjørt. Nýggju reglurnar gera, at tað verður ikki fyrr enn í summar, at vit kunnu knýta nýggjar spælarar at felagnum, og tí spurninginum arbeiða vit við. Sjálvandi kundi felagið lagt meira fyri í vetur, men tað er so ikki gjørt. Og tá hendan nevndin kom til, vóru ikki nógvir dagar at handla í. Sjálvandi kundu vit eisini valt at sekkja venjaran, men eg dugi ikki at síggja, hvat tað í sjálvum sær skuldi loyst, so tann spurningurin er heldur ikki aktuellur, sigur Bjarni.
Samanlegging má til
Umkframt at arbeiða við at styrkja hópin, so metir Bjarni, at gongdin seinnu árini hevur gjørt ein samanlegging av fótbóltsfeløgunum í oynni alt meira neyðuga.
- Tað er einasta loysnin, um vit framvegis skulu spæla við í fremstu røð. Eitt ávíst samstarv hevur verið, og í dag eru øll tey yngru liðini sett saman við spælarum frá allari oynni. Tí er tað beinleiðis láturligt, at hesir skulu fara til hvør sítt felag, tá komið verður til vaksnu røðirnar. Fyrst og fremst, so er tað hetta, sum vit arbeiða við í nevndini, og so fáa vit at síggja, hvussu langt hetta ber, staðfestir Bjarni Johansen