Samanleggingar- ella, til minnis um ein álmanakka

Hugleiðingar eftir Martin Næs, landsbókavørð og rithøvund, á Vetrarbreytini í Útvarpi Føroya 4. januar.

Vanligt er við ársbyrjan ella við ársenda at gera upp. Ikki endiliga at gera seg upp. Men við stabbamyndum o.ø. at gera upp, lýsa støðuna, hvussu árið hilnaðist, yvirlit og listar, krónur og oyru, kilo og tons, prosent og promillur.

Serliga hesar seinastu dagarnar havi eg gjørt mær mínar tankar. Tá ið eg fór til arbeiðis triðsíðsta kvøldið í árinum, sum fór, og hevði hoyrt útvarpsopussið um landsverkfrøðingin og strandferðsluna, var tað ikki bara í skemti, at eg tók nakað soleiðis til: Góða nátt, kanska síggjast vit aftur í morgin, men eingin veit. - Sjálvandi veit eingin, hvat morgindagurin ber í sær. Men eitt vita vit, og tað er, at Í morgin er aftur ein dagur. Og so leingi føroyingar eiga fólk sum rithøvundan, Oddvør Johansen, so er eingin orsøk at stúra fyri morgindegnum. - Og sigast kann, at í hvussu er eitt gott er við rithøvundavirkseminum hjá Oddvør, hon kann ikki sigast upp. Og skuldi tað hent, at onkur, í fluttari merking, vágaði sær at siga henni upp, so ivist eg onga løtu í, at hon gjørdist ein uppaftur betri rithøvundur, og tað er ikki so lítið.

Sjálvandi skulu vit ikki uppføra okkum, sum um vit eiga alt einsamøll - eingin av okkum. Tað, sum nú hendir við landsverkfrøðinginum, tað hendir so javnan, eisini í okkara lítla samfelagi, men tað er ikki altíð, at vit hoyra so nógv um tað. Tað kemur ann upp á so nógv: lagið á pressuni og kynið á stjóranum t.d. Men tað er eingin, sum sigur, at tað er rætt fyri tí.

Satt at siga helt eg, at tað ljóðaði nokk so fúlt. landsverkfrøðingurin og Reidar Nónfjall leggast saman. Hví skulu vit blandast uppí, hvar teir liggja, og hvussu teir liggja?

- Jú, hann er so afturlatin. Vantandi samstarv. Einki hoyrist aftur. Nýtt arbeiðslag. Bygnaðarbroytingar. Sáttmálar. Arbeiðsmoralur.

Einki hoyrist aftur! Vantandi samstarv! Í hesum orðum helt eg meg hava funnið sannleikan. Nýggir tónar! Her fann eg kanska tað, sum eg hevði longst eftir so leingi. Nú skulu vit fyrireika okkum til onnur ljóð úr pípuni. Og tað tekur sjálvandi sína tíð. Men spennandi verður tað. - Eg eygleiddi allar ringapermurnar við ósvaraðum brøvum. Nú verður tað! Og nú hava teir eisini fingið meyl og fax.

Men partarnir eru jú tveir - ella kanska fleiri? Kann man bara kappa høvdið av einum, og so rokna við at undrið hendur?

Hvat við at leggja eina langtíðar- og kvalifiseraða ætlan? Er tað ikki tí vit eru farin undir at skipa eina nýggja umsiting, sum røkkur av Argjum heilt niðan á Háls nettupp fyri at forða fyri at vit handla yvir háls og herðar.

Hvat við at leggja alt saman - og so pakka alt út aftur av nýggjum: Sjúkrahús og sjúkrakassar, skúlar og kioskir, telefonverk og postverk, bensinstøðir og kirkjur, ítróttarhallir og søvn, útvarp og sjónvarp, strandferðslu og flogferðslu, Rúsdrekkasøla og Heilbrigdi, ALS og Almannastovu, læknamiðstøðir og frisørsalongir, kaffihús og tinghús, bussskýli og røktarheim? Eg kundi hildið fram at ramsa upp heilt til næstu jól. Eitt av hvørjum takk!! Er tað ikki tí við miða ímóti í hesum døgum við fullveldinum fyri stavn? Og so ein - og bara ein - forseta, sum tignarliga kann halda stýr á øllum, og eisini halda í nakkan á okkara hægstu politikarum, soleiðis at teir eisini vita, at teir verða eygleiddir - úr erva.

Kunnu vit bara taka ein stovn burtur úr heildini og siga, at nú er well? Nú fara vit endiliga at byggja okkara undirsjóvartunlar, og so tíma vit ikki meira nakað roks við hasum landsverkfrøðinginum, sum bara situr og mutar ímóti og setir spurningar um líkt og ólíkt. Nú skal handlast. Nú skal landið rekast sum ein vælkoyrandi bilasølu. Tað er tað vit hava brúk fyri. Olja, speed, punk og rock. Nú er well við sløvum paddum. Nú eru tað krónur og oyru tað snýr seg um. Og tað er nú.

Men hvar byrja vit so?

Skuldu vit ikki lagt landsstýrið saman, buktað tað væl og virðiliga saman - og so loyst upp aftur spakuliga, knút fyri knút.

Í hesum døgum tykist tað, sum vit skulu savna so nógvar sum gjørligt av teimum smærru eindunum, samstundis sum vit spjaða sjálvt landsstýrið sundur av Argjum og niðan á Háls. Er tað rætt? Er hetta ikki ein mótsøgn? Er tað tí, at summir av hesum nýggju stjórunum vilja krógva seg onkustaðni - upprætta sær nøkur nýggj kongaríki?! - Nei, eg veit ikki, men eg haldi hetta vera løgið. Alt var á gosi um avgerðina hjá Vinnumálastýrinum herfyri um Bryggjubakkaprojektið, og nú er alt aftur á gosi um avgerðina hjá sama stýri um stovnssamanleggingina. Herfyri fóru millum 10 og 20 føroyingar á KT-kunningartøkniferð til Svøríkis. Vinnumálastýrið sendi teir avstað. Hvat kom burturúr? Eg spyrji, tí hetta eru eisini mínir pengar. Sjálvandi skulu vit duga at brúka teldurnar, men tað eru vit sum skulu stýra teimum og ikki øvugt. Tað er ikki nóg mikið at hava eina flotta tasku við einari farteldu í, veitst tú ikki hvønn vegin stikkið skal venda.


Gjørt støðuna upp

Nú ein dagin spurdi ein maður meg, um bókin var hótt. Nei, tað helt eg ikki. Eg veit ikki, um hann var bangin fyri, at eg skuldi gerast arbeiðsleysur. Men eg helt ikki, at bókin var í nøkrum vanda, og endurgav enskan heimsspeking: "Einki mannaverk stendur longur enn bókin". Og nú talan hevur verið um komandi og farandi stjórar, so leggi eg merki til, at óvanliga nógvir av hesum eru ættaðir úr Suðuroy, ella hava gift seg tann vegin, og vilt tú vita meira um teir og teirra genir, so komu tvey bókaverk út beint fyri jól - næstan 1000 síður um suðuroyingar, Fólk í Suðuroy 1584-1840, bd. 1-2, og Suðuroyar kirkjubók 1745-1816. So sigast má, at tað eru ikki bara suðuroyingar, ið stórtrívast, tað gera bøkurnar eisini.

- "Stýrisskipanarlógin sigur", "heimastýrislógin sigur", "fíggjarlógin sigur" og nú til allarseinast: "Tað stendur í samgonguskjalinum". Hetta eru vendingar, ið uppi eru í tíðini, sum tey siga. Fara vit so í løgfrøðina at hyggja, so kunnu vit spyrja: Hvat er galdandi? Ella hvat er tað, sum er mest galdandi, hvat skulu vit halda okkum til, tá ið vit handla. Fyri 50 árum síðani høvdu vit 3 landsstýrismenn, í dag hava vit 8, og um 50 ár hava vit kanska 40.000. Jú, álvaratos, eg rokni við, at tað verður endin. Spyr børnini á vegnum, hvør av teimum ætlar sær at fara at arbeiða á fiskavirking, tá ið tey verða stór, ella at verða sjómaður ella vaskikona? Tey vilja øll verða løgmenn og stjórar osfr.

Jú, tey ætla sær øll somul at fyrireika og smíða lógir, sum skulu verða galdandi í hesum samfelag í framtíðini. Tí, stendur valið ímillum ongar lógir at hava, ella at hava lógir, sum ikki virka, tá er villareiðin fullkomin.

Og tá haldi eg, at man skal gera sum Føroya Forngripafelag gjørdi nú í heyst: Seta eina lýsing í bløðini og siga, at álmanakki felagsins, sum nú er komin í 15-20 ár, við hesum ikki kemur útaftur. Um tað er tí at tey taka 2000 trupulleikan í so stórum álvara, ella tað er av øðrum orsøkum, veit eg ikki, men í Føroya Forngripafelag hava tey so altso gjørt støðuna upp, og hon er púra greið, nú verður ikki gjørt meira við álmanakkan frá teirra hond. - Og vit kunnu bara staðfesta, at mangur veggur verður berur í framtíðini, tí har vantar okkurt á álmanakkanaglanum.

Gott nýggjár!