Tveir danskir fiskimenn, faðir og sonur, doyðu, tá útróðrarbátur teirra stoyrri saman við eitt svenskt skip einar 12 fjórðingar í landnyrðing úr oynni Hjelm stutt fyri midnátt í gjárkvøldið.
Menninir, sum vóru 72 og 43 ára gamlir, vóru úr býnum Grenaa.
Danska sjóverjan sigur, at menninir máttu leypa í havið. Tað svenska skipið fór alt fyri eitt at leita, og eitt skip og tvær tyrlur komu skjótt á staðið. Onnur tyrlan fann tann 43 ára gamla 40 minuttir eftir samanstoytin, og aðrar 40 minuttir seinni varð tann eldri maðurin funnin. Menninir vórðu fluttir á sjúkrahús beinanvegin, har teir doyðu stutt eftir.
Tað svenska skipið liggur nú við bryggju í Korsør, og menn hjá Sjóferðslustýrinum fara í dag umborð at kanna umstøðurnar, sigur DR.