Klaksvíkar kommuna arbeiðir víðari við at byggja eldrasambýli í Svínoy Hetta stendur í svarinum hjá Steinbjørn O. Jacobsen, fyrrverandi borgarstjóra til ein borgara í Klaksvík. Svarið stendur á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.
Tá ið Klaksvíkar Kommuna fór undir samráðingar við Svínoyar Kommunu um at leggja kommunurnar saman, hevði Svínoyar Kommuna fingið tilsøgn um at byggja eitt eldrasambýli í bygdini til átta búfólk.
Svínoyar Kommuna hevði gjørt tekningar og útvega grundøkið, grivið út og planerað áðrenn samanleggingina.
Síðani varð arbeitt víðari við verkætlanini, arbeiðið varð boðið út og Norðhús hevði lægsta boð uppá uml. 4,6 mill. krónur, men av vánaligum fíggjarávum varð verkætlanin útsett.
Men nú er peningur av á fíggjarætlanini fyri 2011 til innilokan av bygninginum.
Steinbjørn O. Jacobsen upplýsir í skrivinum í Norðlýsinum, at tørvurin er stórur á eldra býlisplássum í Norðoyggjum, men einki verður sagt um tørvin í Svínoy.