- Samba tók eitt ógvuliga stórt kuffert við sær, tá hann fór, og síðan fara vit at senda restina til adressuna hjá familjuni hjá honum í Gambia, sigur Ian D. Jacobsen, formaður í B68.

Samba tók brúkt klæðir við sær til fátøk í Gambia

Samba, sum kemur úr sera trongum korum í Gambia, er farin heim at ferðast. Við sær hevði hann nógv brúkt klæði, sum hann fer at deila út í nærumhvørvinum, har familjan hjá honum býr.

- Samba tók eitt ógvuliga stórt kuffert við sær, tá hann fór, og síðan fara vit at senda restina til adressuna hjá familjuni hjá honum í Gambia, sigur Ian D. Jacobsen, formaður í B68.

- Hey tit! Dreingjaklæðir, gentuklæðir, ítróttarklæðir ella bara klæðir sum heild!

 

Soleiðis ljóðaði eitt uppslag hjá formanninum í B68, Ian D. Jacobsen, á fjepparasíðuni hjá B68 hin 9. november.

 

- Í morgin fer Samba heim til Gambia at ferðast. Samba kemur úr sera trongum korum í Banjul í Gambia. Hann spurdi, um vit høvdu nøkur "gloymd klæði" í B68-húsinum, sum hann kundi taka við til heimlandið at deila út í nærumhvørvinum hjá sær.

 

Í uppslagnum á fjepparasíðuni vísir formaðurin í B68 á, at tíverri eru ikki so nógv gloymd klæðir í B68-húsinum í løtuni.

 

- Tí hava vit bjóðað okkum at hava eina lítla innsavning av klæðum. Um tit hava onkur klæðir, sum Samba kundi fingið við til Gambia, eru tit vælkomin at levera tey í B68-húsinum í kvøld klokkan 21.

 

Formaðurin í B68 vísir í sama viðfangi á, at talan kann vera um klæði í øllum støddum - til kvinnur, menn, dreingir og gentur, og best er, um klæðini eru tunn, tí hitin í Gambia liggur millum 24 og 32 stig. 

 

Ian D. Jacobsen sigur, at eini 40-50 fólk komu við klæðum til Samba hetta kvøldið, áðrenn hann fór avstað. 

 

- Við sær hevði hann einar 150 B68-blusur, umframt gaggur og fittar barnaskógvar til bæði gentur og dreingir.

 

Formaðurin í B68 sigur, at Samba fekk upp í fleiri kuffert av klæðum og skógvum.

 

- So, hann tók eitt ógvuliga stórt kuffert við sær, tá hann fór, og síðan fara vit at senda restina av klæðunum til adressuna hjá familjuni hjá honum í Gambia, sigur Ian D. Jacobsen.

 

##med2##

 

 

 

- Samba tók eitt ógvuliga stórt kuffert við sær, tá hann fór, og síðan fara vit at senda restina til adressuna hjá familjuni hjá honum í Gambia, sigur Ian D. Jacobsen, formaður í B68.

Býurin Banjul, har Samba býr, sæst á myndini.