Sambandið verjir borgina

Men veljarakanningin bendir ikki á, at framgongdin skal hava uppaftur størri umboðan við sær í Eysturoy

Tað er eingin ivi. Sambandsflokkurin heldur sambært veljarakanningini í hesi vikuni væl og virðiliga tørn um støðuna sum klárt størsti flokkur í Eysturoy. Men hann megnar ikki at fáa fleiri umboð á ting enn tey bæði, sum flokkurin frammanundan hevur. Tað er annars fleiri ferðir komið fyri, at sambandsflokkurin hevur átt trý umboð í Eysturoy. Men vit skulu heilt aftur til valið 24. august í 1943 fyri at finna síðsta dømið um hetta. Ta ferðina vórðu valdir Andras Samuelsen, Johan Poulsen og Jens Chr. Olsen.
Sambært veljarakanningini verður býtið millum flokkarnar í Eysturoy, tá tað ræður umumdømisvaldu umboðini, akkurát tað sama, sum tað hevur verið fýra tey seinastu árini. Sammett við kanningina skal úrslitið á valinum broytast rættuliga fitt, um hetta býtið skal broytast.
Men tað verða undir øllum umstøðum broytingar í umboðanini. Sámal Petur í Grund hevur verið eykavalt umboð fyri sjálvstýrisflokkin. Sambært kanningini fær flokkurin ikki umboðan í tinginum eftir valið. Tað vil við øðrum orðum siga, at kappingin millum Sámal Petur í Grund, Kára P. Højgaard og Lassa Klein fer ikki at bera tingsess við sær. Men nú fáa vit at síggja.