Sambandið við Skotland á fleiri hendur

? enn tað var, tá tað almenna hevði meginpartin av flutninginum um hendi, bæði viðvíkjandi ferðafólki og farmi. Samstundis eru útreiðslurnar hjá tí almenna í hesum sambandi minkaðar munandi, segði Edmund Joensen, tá hann svaraði fyrispurningi frá Tordur Niclasen

Tordur Niclasen spurdi løgmann herfyri, hvørjar ætlanir landsstýrið hevði til tess at tryggja møguleikanum fyri nøktandi ferðafólka- og farmaflutningi millum Føroyar og Skotland, og nú hevur løgmaður svarað tingmanni Miðfloksins.

Í svarinum sigur løgmaður, at landsstýrið hevur sett sær fyri, at millumlandaflutningssambandið skal vera á privatum hondum. Ætlan landsstýrisins er, at møguleikarnir fyri ferðafólka- og farmaflutningi verða øktir munandi. Landsstýrið hevur tí sett 2 mió. kr. av á fíggjarlógini til tess at stuðla ítøkiliga ætlan hjá Atlantsflogi um flúgving til Skotlands til tess at økja um og menna møguleikarnar hjá flutningsvinnuni.


Atlantsflog

? Viðvíkjandi farmaflutninginum til Skotlands, so hevur Skipafelagið Føroyar ikki steðgað hesi rutu. Skipafelagið Føroyar hevur regluliga farmasigling til Skotlands einaferð um vikuna.

? Atlantsflog hevur ætlanir um at fara í holt við fasta flogleið millum Vágarnar?Glasgow?Aberdeen aftur til Vágar tvær ferðir um vikuna í tveir mánaðir í summar. Hetta er ein roynd hjá Atlantsflogi at víðka um virksemi. Fær henda flúgving góða undirtøku, so verður henda leið helst tikin uppaftur næstu sumrini og møguliga longd, sigur løgmaður í svarinum.

Víðari sigur løgmaður, at landsstýrið metir sambandið við Skotland sera týdningarmikið. Játtanin uppá 2 mió. kr. á fíggjarlógini í ár kann verða nýtt til at hækka partapeningin í Atlantsflog ella at veita stuðul ella trygd, fyrst og fremst í samband við eina møguliga leinging av flúgvingini út um teir tveir mánaðirnar.


Smyril Line

? Haraftrat hevur Smyril Line skipað farleiðirnar hjá Norrønu í summar soleiðis, at siglt verður til Lerwick í Hetlandi á leiðini millum Hanstholm og Tórshavn.

? Alt hetta ber í sær, at sambandið við Skotland verður á fleiri hondum enn tað var, tá tað almenna hevði meginpartin av flutninginum um hendi, bæði viðvíkjandi ferðafólki og farmi. Samstundis eru útreiðslurnar hjá tí almenna í hesum sambandi minkaðar munandi, og tað er at fegnast um, at vit á sumri hava nógv fleiri ferðamøguleikar og flutningsmøguleikar enn vit høvdu við almenna ferðaflutninginum, sigur løgmaður at enda í svarinum til Tord Niclasen.