Nú sær út til, at talið av sambandsflokkum í Føroyum er farið at økjast. Øllum hevur verið greitt, at bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fegnir vilja kenna fløvan undan afturpartinum av okkara drotning. Størsta hending, tá ið stóru flokkarnir halda ársfund, er at fáa eitt útlendskt orakul at undirhalda. Tá smílast tey upp um bæði oyru.
Men at Tjóðveldisflokkurin - sum sigur seg stríðast fyri tjóðveldi, fullveldi ella sjálvstýri, alt eftir hvat hóskar teimum best - leggur seg skerflatan fyri íslendingum, er bara tekin um ómegd: Sjálvir megna vit einki á tjóðveldis-, fullveldis- ella sjálvstýrisleið, tykist hann at hava viðurkent.
Og tað man hava verið íslendingum ein stórur heiður at hava fingið ein av okkara bestu "stand-up comedians" at halda røðu og bera fram heilsu frá okkum føroyingum.
Vit føroyingar bíða bara eftir einari framtíð við sjálvstýri við leiðarum, ið eru førir fyri at taka tær skilabestu avgerðirnar fyri okkum, ið her búgva, við íblástri úr okkara egnu mentan. Tí sjálvstýrið kemur, og vit kunnu fáa gott sjálvstýri, um vit hava tol at bíða. Best er at duga at svimja, tá ið tú leypur á bláman ? og tá er stuttligt at leypa útí.
Orð eru óneyðug, um vit leypa á bláman fyri síðan at biðja um hjálp, tí svimjikynstrið er so sum so.
Kanska sær framtíð føroyinga bjartari út, um lív kemur aftur í Risan og Kellingina. Bert lúsin útlendsk er.