Sambandsflokkurin atkvøddi ikki fyri at lækka blokkin

(svar til Eyðólv Dimon)

Eyðólvur Dimon skrivar í bløðunum týsdagin, at tá løgtingið atkvøddi við 2. viðgerð í málinum um at lækka blokkin, atkvøddi Sambandsflokkurin fyri uppskotinum. Men við 3. viðgerð hevði tað líkasum eydnast Javnaðarflokkinum at "yvirtala" Sambandsflokkin til at atkvøða ímóti.

Veruleikin er ein annar
Atkvøðugreiðslan við 2. viðgerð (tingmál nr. 75/2001) var tann 13. mars 2002. Allir seks tinglimirnir hjá Sambandsflokkinum atkvøddu ímóti at lækka blokkin.
Atkvøðugreiðslan við 3. viðgerð var tann 15. mars 2002. Aftur hesuferð atkvøddu allir seks tinglimirnir hjá Sambandsflokkinum ímóti, meðan til dømis Helena Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum atkvøddi blankt.
- So vóni eg, at hatta er komið uppá pláss.