Sambandsflokkurin heldur í morgin árliga landsfundin, har millum annað politiskt kjak og framløgur verða á skránni.
Landsfundur Sambandsfloksins byrjar á Næmingaheiminum í Marknagili í Havn leygardagin kl. 9.00.
Formaður floksins, Kaj Leo Johannesen, leggur upp til politiskt orðaskifti.
Seinnapartin hevur løgtingsmaðurin, Helgi Abrahamsen, framløgu, hann kallar ?Vælferðarsamfelagið ? eru vit á rættari leið??
Eftir framløguna verður kjak á skránni.
Sambandsflokkurin hevur eisini í ár fingið vitjan frá Venstre í Danmark. Tað eru tey bæði Sopie Løhde, framsøgufólk í føroyskum málum og Troels Lund Poulsen, skattamálaráðharri.